Tíðindi/Greinar

17.04.2023

Tvílæraratímar eiga at verða brúktir sum tvílæraratímar

Nógvir lærarar í 1. ella 2. flokki munnu kenna støðuna, har teir eiga at hava ein tvílærara aftur at sær, men so knappliga eru teir einsamallir um flokkin, tí at tvílærarin bleiv brúktur sum vikarur í einum øðrum flokki. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Um ikki so langa tíð fara skúlarnir at fáa sína tímajáttan til komandi skúlaár. Tíverri hevur játtanin seinastu árini verið heldur pírin, og tað hevur verið trupult hjá einstøku skúlunum at fáa roknistykkið at ganga upp. Í tímajáttani hjá skúlunum eru eisini nakrar serligar reglur um tvílæraraskipan í 1. flokki og 2. flokki.

MMR gjørdi hesar reglur fyri nøkrum árum síðani, og reglurnar siga, hvussu tímarnir til tvílæraraskipan skulu brúkast. Reglurnar eru snikkaðar til á tann hátt, at fer næmingatalið upp um 17 næmingar í 1. og 2. flokki, verða eyka tímar latnir.  Eru t.d. 18 næmingar í flokkinum, verða 5 eyka tímar játtaðir til flokkin, eru 19 næmingar, verða 6 eyka tímar játtaðir, og eru 20 næmingar, verða 8 eyka tímar játtaðir. Soleiðis heldur skipanin fram upp til 26 næmingar, har 18 tímar verða játtaðir afturat.

Allur bati bøtur, verður ofta sagt, og tað er sjálvandi gott, at tílíkar skipanir, sum kunnu lætta um lærarum, verða gjørdar. Tað er krevjandi at vera lærari í byrjanardeildini, og tað er ein bati hjá lærarum at kunna vera tveir lærarar inni í sama flokki heldur enn ein.

Tí er eisini ógvuliga umráðandi, at teir tímar, sum eiga at verða brúktir til tvílæraraskipanina, so eisini verða brúktir til tvílæraratímar.

Nógvir lærarar í 1. ella 2. flokki munnu kenna støðuna, har teir eiga at hava ein tvílærara aftur at sær, men so knappliga eru teir einsamallir um flokkin, tí at tvílærarin bleiv brúktur sum vikarur í einum øðrum flokki. Slíkt er keðiligt fyri báðar lærararnar. Lærarin, sum er í flokkinum frammanundan, missir læraran, sum hann skal samstarva við í flokkinum, og støðan hjá læraranum, sum eigur at vera tvílærari í flokkinum, er heldur ikki góð. Hann verður fluttur aftur og fram, í staðin fyri at vera har, sum hann av røttum átti at verið.

Og øll vita, at tað er ikki av nøkrum illvilja, at skipanin verður brúkt soleiðis. Tað er heilt einfalt, tí at vikartímajáttanin er alt ov soltin. Ella sagt við øðrum orðum: politiski viljin til at játta skúlunum neyðugu tímarnar er ikki til staðar. Og hetta er bara eitt dømi av mongum í fólkaskúlanum.

So tá ið tosað verður um at seta fleiri tílíkar tvílæraraskipanir í verk heldur enn at lækka næmingatalið í flokkunum, er neyðugt at vera á varðhaldi. Endamálið við tvílæraraskipan er sjálvandi gott, men um tímarnir ikki verða brúktir har, kann tað gera tað sama.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan