Tíðindi/Greinar

26.04.2023

Síggjast á aðalfundinum leygardagin

Fólkaræði í einum fakfelag er eisini týdningarmikið. Tað hevur stóran týdning at tryggja, at allir limir hava somu javnbjóðis møguleikar at ávirka, luttaka og atkvøða á aðalfundinum. Vit eru øll javnsett. Fólkaræði tryggjar okkum somuleiðis, at tær avgerðir, ið verða tiknar, verða tiknar við einum meiriluta av limunum, og ikki einans av nevndini sjálvari. Fólkaræðið tryggjar okkum rættvísi. Meirilutin ræður. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Árligi aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag verður á Hotel Føroyum nú leygardagin 29. apríl. 400 fólk hava meldað seg fundin, og hetta er at fegnast um. Hetta er ein sløk helvt av øllum limum felagsins. Hetta sigur okkum so mikið sum, at lærarar hava áhuga í tí, sum rørir seg í felagnum. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Tað er á aðalfundinum, at tær størstu avgerðirnar verða tiknar. Tískil gleðast vit sum nevnd, at so nógvir limir koma á fundin leygardagin.

Á aðalfundinum fyri góðum ári síðan varð eg valdur inn í nevndina. Hetta fegnist eg enn um, tí farna árið hevur verið sera spennandi, avbjóðandi og læruríkt. Nógv ymiskt hevur verið til at taka støðu til.
Árið hevur givið mær møguleika at hitta nógvar limir á álitisfólkafundum, á limafundum og á vitjanum í ymsum skúlum.

Eitt nú skipaðu vit fyri tveimum kunnandi fundum fyri stuttum, har lokaupphæddin varð til umrøðu. Fundirnir vóru skipaðir í kjalarvørrinum av, at ein limur felagsins hevur sent uppskot inn, sum støða skal takast til á aðalfundinum.

Tveir sera gevandi og góðir dagar. Gleðiligt var, at limir møttu so væl upp. Tað er gleðiligt at hoyra, at limir hava meiningar og tankar um arbeiði og annað, sum vit í nevndini takast við. Tað er eisini sera gevandi, at lærarar siga sína hugsan til hesar fundir. Vit kunnu eisini gleðast um góða tónan, sum merkti kjakið. Tí um hugsanirnar ikki verða bornar fram á tílíkum fundum, er tað torført hjá okkum sum nevnd at hava tær við okkum til viðgerðar. Somuleiðis hevur góði tónin nógv at siga. Vit eru lærarar, vit eru fyrimyndir hjá komandi ættarliði. Duga vit okkum ikki hógv, hvussu skulu vit so vænta, at næmingarnir læra tað?

Sum lærari hevur tað sera stóran týdning, at mann tekur lut í teimum tiltøkum v.m., sum fakfelagið skipar fyri, og sum hevur við yrkið at gera. Tað hevur týdning at vita, at læra og at skilja tær avtalur, sáttmálar v.m., sum vit eru partur av. Tí er tað gleðiligt, at so nógv fólk møta upp til fundir felagsins. Limir hava her møguleika at siga sína hugsan um tað arbeiði, ið nevndin ger, um, hvat tey meta, at nevndin eigur at arbeiða við og fram ímóti og so framvegis.

Fólkaræði í einum fakfelag er eisini týdningarmikið. Tað hevur stóran týdning at tryggja, at allir limir hava somu javnbjóðis møguleikar at ávirka, luttaka og atkvøða á aðalfundinum. Vit eru øll javnsett. Fólkaræði tryggjar okkum somuleiðis, at tær avgerðir, ið verða tiknar, verða tiknar við einum meiriluta av limunum, og ikki einans av nevndini sjálvari. Fólkaræðið tryggjar okkum rættvísi. Meirilutin ræður.
Sum áður sagt, so er aðalfundurin hægsti myndugleiki felagsins. Hetta mugu vit hava stóra virðing fyri. Tí er tað av sera stórum týdningi, at lærarar luttaka til fundirnar. Tí tá mál eru á skrá, og avgerðir skulu takast, so er tað meirilutin, ið vinnur. Vit hava eitt demokratiskt samfelag, og hetta sæst aftur í fakfelag okkara eisini.

Á aðalfundinum er eisini møguleiki at hitta starvsfelagar úr øllum landinum. Tað verið seg fyrrverandi starvsfelagar, fyrrverandi floksfelagar og ikki minst at skapa nýggj sambond við lærarar, sum starvast í øðrum pørtum av landinum, sum møguleiki er at fáa eitthvørt skilagott burturúr. Hetta skapar eitt gott samanhald og eisini eitt sera sterkt fakfelag. Tí Lærarafelagið er einki uttan teir limir, sum stuðla undir felagið. Vit standa veik, um tit limir ikki stuðla okkum og hjálpa okkum.

Vit eru eitt fakfelag. Vit gleðast um at vera eitt fakfelag, har limir felagsins hava hugsanir, tankar og visjónir. Vísa áhuga fyri tí, sum vit arbeiða við. Hetta, saman við góðum, sterkum samanhaldi, ger, at vit eru eitt sterkt fakfelag.

Eg vóni at síggja nógv tykkara til ein spennandi aðalfund. Eg vóni eisini, at vit fáa eitt gott og siðiligt kjak um evnini, ið eru til umrøðu, og vóni somuleiðis, at vit fáa eina góða veitslu og dansinátt, tá stóru avgerðirnar eru tiknar.

Síggjast á Hotel Føroyum 29/4 kl. 09.00.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan