Tíðindi/Greinar

20.04.2024

Eyðbjartur og Tórhallur afturvaldir í nevndina hjá Lærarafelagnum

Í dag er aðalfundur í Føroya Lærarafelag, og nevndarval er á skránni. Trý valevni hava boðið seg fram at koma í nevndina. Tá ið avtornaði vóru Eyðbjartur S. Skaalum og Tórhallur við Gil afturvaldir.

Tey, sum hava boðið seg fram til nevndina í Lærarafelagnum á aðalfundinum í dag, eru Tórhallur vil Gil, næstformaður í Føroya Lærarafelag og lærari í Skúlanum við Løkin, Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, nevndarlimur og lærari í skúlanum á Argjahamri, og Miriam Nolsøe Johannesen, lærari í Eysturskúlanum. Tórhallur við Gil hevur sitið í nevndini síðan 2019, seinastu tvey árini sum næstformaður, og Eyðbjartur S. Skaalum hevur verið nevndarlimur í eitt valskeið. Miriam Nolsøe Johannesen hevur ikki verið í nevndini áður. Tá ið avtornaði vórðu Eyðbjartur S. Skaalum og Tórhallur við Gil valdir við ávikavist 215 og 205 atkvøður. Miriam Nolsøe Johannesen fekk 98 atkvøður.

Fyrrapartin vóru tveir gestarøðarar á skránni umframt handan av veðurlagsvirðislønini. Sum siður er var annar gestarøðarin landsstýrismaðurin við skúlamálum, Djóni N. Joensen. Hin røðarin var Gunnhild Dahl Niclasen, samfelagsfrøðingur og humanvistfrøðingur. Vinnararnir av veðurlagsvirðislønini fyri 2024 vórðu eisini kosnir. Í ár gjørdist tað Eiðis skúli. Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum, handaði teimum heiðursbræv.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan