Tíðindi
17.05.2016
So avgjørdir vóru býráðspolitikarar á pallborðsfundi í Sankta Frans skúla týskvøldið, 17. mai. Borgarstjórin, Heðin Mortensen, ið sat millum fundarfólkið, segði, at málið verður tikið upp beinanvegin. Tað vil siga, at góðkennir Mentamálaráðið, at skúlabygnaðurin fyri Tórshavnar kommunu, sum varð einmælt samtyktur í 2012, skal broytast, so hendir tað óvæntaða, at Sankta Frans skúli hevur framhaldsdeild í skúlaárinum 2016/17.
Hølisviðurskiftini eru í lagi til hesa framhaldsdeild, segði Selmar Jacobsen, skúlastjóri, so tað er ikki trupulleikin í hesum nú so drúgva máli.
Við pallborðið sótu Selmar Jacobsen, stjóri í Sankta Frans skúla, Tóra Petersen, umboð fyri foreldrabólkin, ið vil hava framhaldsdeildina, og býráðspolitikararnir, Bogi Andreasen fyri Fólkaflokkin, Jógvan Arge fyri Tjóðveldi, Helena Dam á Neystabø fyri Javnaðarflokkin og Anfinn Brekkstein fyri Sambandsflokkin.
Sankta Frans skúli er triðstørstur í Tórshavnar kommunu, og leingi, leingi hava foreldur og næmingar inniliga ynskt, at skúlin sleppur at hýsa framhaldsdeild, ið síðan verður framhaldsskúlin í miðbýnum í Havn.
Væl at merkja sum ein roydarverkætlan, meðan nýggi stórskúlin á Fløtum verður bygdur. Og tað tekur sum vera man sína tíð.
Fimleikarhøllin í skúlanum var fullsett týskvøldið, og øll, sum høvdu orðið úti í salinum koyrdu á politikararnar. Hjá Boga Andreasen og Jógvani Arge var leyst og liðugt alt fyri eitt – teir taka undir við framhaldsdeild. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð, og Anfinn Brekkstein søgdu seg vera noydd at halda samtyktina um skúlabygnaðin frá 2012. Men verður samtykt at taka málið um at broyta samtyktina tikið upp í býráðnum, so eru tey fyri, at framhaldsdeild verður sett á stovn í Nonnuskúlanum. Tey høvdu síni fyrivarni, men fara ikki at seta føtur í spenni ímóti, hóast tað ber í sær, at byggiætlanin fyri Skúlan á Fløtum verður tíðarkrevjandi broytt.
Tað kom fram á fundinum, at ynskið um framhaldsdeild í Nonnuskúlanum kom fram longu í 1967. Annars hevur stýrið fyri skúlan sent avvarðandi myndugleikum skriv um málið 3. oktober í 2011, 18. januar í 2012 og seinast 26. november í 2015 – til fánýtis væl at merkja.
Men nú er vent í holuni. Verður málið tikið upp við opnum sinni í býráðnum alt fyri eitt, so er greitt, at framhaldsdeild verður sett á stovn í Sankta Frans skúla eftir summarfrítíðina í ár.
Og tó – her er helst neyðugt at enda við klisjeini: Livst so spyrst!
Myndin:
Pallborðsfólkið í Sankta Frans skúla í Havn fyrireikar seg nú til at avgreiða tað drúgva málið um at stovna ta inniliga ynsktu framhaldsdeildina í tí gamla, heiðurkrýnda Nonnuskúlanum. F.h.: Selmar Jacobsen, Bogi Andreasen, Jógvan Arge, Helena Dam á Neystabø, Anfinn Brekkstein og Tóra Petersen
Tekstur og mynd: Sonne Smith