Tíðindi
13.12.2024
Í fíggjarlógini fyri 2023 vóru 500.000 kr. skornar av játtanini til fólkaskúlan, og í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2025 er ætlanin at skera 4,5 milliónir aftrat burtur av játtanini. Aftrat hesum tykist tað sum, at Undirvísingarstýrið hevur fingið fríar teymar at fara í fólkaskúlan eftir pengum. Í 2024 vóru 700.000 kr. tiknar frá fólkaskúlanum og fluttar til stýrið, og uppskotið fyri 2025 er, at 1,6 mió. kr. skulu takast frá fólkaskúlanum aftrat, so at fólkaskúlin yvir tvey ár skal skerast við 2,3 mió. kr., tí fyrisitingin í Undirvísingarstýrið veksur. Hetta svarar til, at tað verða einir fimm lærarar færri í skúlanum, fyri at fyrisitingin í Undirvísingarstýrinum kann vaksa. Um Undirvísingarstýrið hevur tørv á størri fyrisiting, skal eg ikki gera meg klókan uppá. Um tað er so eigur Undirvísingarstýrið at fáa hægri játtan, uttan at fólkaskúlin skal svíða fyri tað. Tað er ikki í lagi, at Undirvísingarstýrið á hendan hátt fær loyvi at seta trantin niður í játtanina til fólkaskúlan, tí at fyrisitingin skal vaksa. Tað hjálpir ongum næmingi, at ein lærari verður tikin úr starvi í skúlanum, so at ein fulltrúi aftrat verður settur í miðfyrisitingina.
Í løgtinginum varð landsstýrismaðurin spurdur um ætlaðu sparingarnar í fólkaskúlanum. Tá var svarið, at tað fóru at vera nakrir lærarar færri í fólkaskúlanum komandi skúlaár, men talan fór ikki at vera um nakrar uppsagnir. Tað er satt. Rætt er tað nokk, at eingin lærari í føstum starvi fer at verða sagdur úr starvi orsakað av ætlaðu sparingunum, men í fólkaskúlanum er støðan tann, at tað eru einir 100 lærarar í tíðaravmarkaðum starvi hvørt skúlaár. Vanliga verða hesir lærarar settir aftur í tíðaravmarkað starv komandi skúlaár, so lærararnir kunnu á ein hátt rokna við einum starvi aftur komandi skúlaár, men nú, tá 15 lærarar færri vera í fólkaskúlanum, so vera tað eisini 15 lærarar í tíðaravmarkaðum starvi, sum ikki fara at fáa starvið aftur, sum tey annars av røttum høvdu roknað við, og sum teir eisini høvdu fingið, um játtanin til fólkaskúlan ikki verður skorin við 7,3 mió. hesi tvey árini.
Fólkaskúlin hevur tørv á fleiri lærarum at vera um næmingarnar, og skúlin hevur avbjóðingar at skapa neyðugu umstøðurnar fyri at geva pláss til ymiska tørvin hjá næmingunum. Spyrt tú í skúlanum, so er átrokandi, at vaksið verður um tvílæraraskipanina. Tað hjálpir einki við vegleiðing ella ráðgeving, men tørvur er á fleiri lærarum, fleiri lærarahondum, sum kunnu hava næmingarnar í smærri bólkum ella geva møguleikar fyri at tillaga undirvísingina. Tí kemur tað dátt við, um boðini verða, at komandi skúlaár vera tað einir 15 lærarar færri at vera um næmingarnar enn undanfarna skúlaár. Samgongan hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu vera heimsins besta barnaland, og ein stór barnaverkætlan er sjósett, men hvat nyttar tað, tá skúlin ikki hevur umstøður at skipa skúladagin, so at allir næmingar hava umstøður at læra og trívast í felagsskapinum?
Landsstýrismaðurin hevur fingið tvey tilmæli um fólkaskúlan, annað er tilmæli um ætlaðar broytingar í fólkaskúlalógini, og hitt er tilmæli um trivnað í fólkaskúlanum. Felags fyri hesi er tilmælið um, at tvílæraraskipanin ella samundirvísing eigur at verða hægri raðfest. Tvílæraraskipan er, tá tveir lærarar eru í flokkinum og undirvísa flokkinum saman. Skúlarnir hava góðar royndir frá samundirvísing, og í seinasta Skúlablaðnum greiða lærarar í Eysturskúlanum og á Skúlatrøð frá, hvussu tey nógv betur kunnu møta næmingunum og tí ymiska tørvinum sum 24 ymiskir næmingar kunnu hava. Ein stórur vinningur við tveimum lærarum, sum undirvísa saman í flokkinum, er, at fleiri næmingar fáast at trívast í flokkinum og fóta sær í skúlanum. Men hvussu skulu skúlarnir skipa undirvísingina við tveimum lærarum í flokkinum og vaksa um hesa skipanina, tá útlitini eru, at upp ímóti 15 lærarar færri verða í skúlanum komandi skúlaár?
Skerjingar í játtanini til fólkaskúlan fara koma sum steinur oman á byrði. Um lærararnir ikki hava møguleikan at skapa neyðugu umstøðurnar til næmingarnar, fer tað at hava við sær, at trýstið á aðrar skipanir fer at vaksa, og tá er einki vunnið.