Tíðindi

Útinnan av námsfrøðiligum leiðsluvirksemi í fólkaskúlum í Føroyum

Hvussu leiða skúlaleiðarar tað námsfrøðiliga arbeiðið í skúlunum? Hetta er ein av spurningunum, sum Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í leiðslu á barna-, ungdóms- og serstovnaøkinum, varpar ljós á í eini granskingarverkætlan

29.11.2016

Í hesi grein verður greitt frá, hvussu fýra skúlaleiðarar útinna ymiskt virksemi sum ein part av teirra námsfrøðiligu leiðslu. Tað verður greitt frá, hvussu skúlaleiðararnir hava regluligar eftirmetingar av, hvussu tað gongst teimum einstøku næmingunum og teirra flokkum, hvussu skúlaleiðararnir nýta eftirútbúgvingar og skeið til at styrkja um undirvísingarførleikarnar hjá lærarunum, hvussu skúlaleiðarnir nýta samrøður við lærararnar um royndir til at eftirmeta, hvussu tað gongur hjá einstøkum næmingum og flokkum, hvussu skúlaleiðararnir nýta morgunsangin til at styrkja tað sosiala og tað fakliga stigið í skúlanum, og hvussu skúlaleiðarnir styrkja um undirvísing læraranna ígjøgnum fundirnar í námsfrøðiliga ráðnum. Sjálvt um hesir fýra skúlaleiðarar útinna nógv námsfrøðiligt leiðsluvirksemi, so verður eisini staðfest ,at ongin av skúlaleiðarum hevur ein vælskipaðan yvirorðnaðan leist í sínari námsfrøðiligu leiðslu.

Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í leiðslu á barna-, ungdóms- og serstovnaøkinum, hevur júst lagt síðstu hond á eina granskingarverkætlan, nevnd Námsfrøðilig leiðsla í føroyskum fólkaskúlum (NLFF). Verkætlanin er stuðlað av Fólkaskúlagrunninum og Fróðskaparsetrinum.   

Verkætlanin hugsavnaði seg um at kanna, hví tað eru munir á læraranna og skúlaleiðaranna uppfatan av, hvussu skúlaleiðararar útinna námsfrøðiliga leiðslu.

Hetta er fyrsta greinin av fýra. Lesið greinina her.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni