Tíðindi

Úrslitið av landsroyndunun tøkt

Á leið 630 næmingar í 5. árgangi og á leið 640 næmingar í 7. árgangi hava verið til landsroynd í 2022.

16.12.2022

Í ár er tað 12. ferð, at landsroynd er hildin í 4. og 6. árgangi í fólkaskúlanum. Fyrsta landsroyndin var í 2008. Royndirnar í 2022 vóru skipaðar eftir sama leisti sum í 2019, 2020 og 2021, í talgildari skipan, WISEflow. Orsakað av koronustøðuni varð landsroyndin, sum átti at verða hildin í apríl 2022, flutt til 13., 14. og 15. septembur. Næmingar, sum gingu í ávikavist 4. og 6. flokki í apríl 2022, vóru til landsroynd í septembur, hóast tey nú ganga í 5. og 7. flokki.

Í innganginum á frágreiðingini, sum er skrivað av landsroyndunum í ár, stendur, at uppgávurnar eru gjørdar av uppgávunevndum, ið eru mannaðar við faklærarum, sum hava drúgvar royndir at undirvísa í lærugreinunum. Harumframt hava námsráðgevar hjá Námi í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni verið knýttir at uppgávutilgongdini fyri at vegleiða og meta um innihald og støði sambært fortreytum og væntanum av, hvat næmingar í 4. og 6. árgangi eiga at megna at avrika sambært ávegismálunum í námsætlanunum. Uppgávurnar eru talgildar og taka støði í námsætlanunum í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni (eingi ávegismál er fyri náttúru og tøkni í 4. flokki) og eru gjørdar í og til WISEflow-skipanina.

Miðað hevur verið eftir at leggja tal av uppgávum, fjølbroytni í evnum og torleikastigi soleiðis, at allir næmingar høvdu nokk av uppgávum at loysa samsvarandi ásetta tíðarkarminum.

Av serligum viðurskiftum við royndunum í ár verður nevnt, at uppgávan í staviførleika fyri 5. flokk er broytt nakað samanborið við undanfarna ár. Næmingarnir skulu fyrst skriva ein samanhangandi tekst, sum hevur 27 orð, og síðani skulu tey gera innsetingaruppgávu.

Harumframt er ein serlig eftirkanning eins og í fjør av uppgávunum í føroyskum, staviførleika (5. og 7. flokki) og føroyskum, málførleika (7. flokki). Eftirhyggjararnir hava lagt dent á at kanna ávís orð, og hvussu ávikavist gentur og dreingir hava megnað at svara. Hesar stakkanningarnar kunnu geva okkum neyvari vitan um, hvussu næmingar klára seg í ávísum uppgávum, og um nakar munur er á førleikunum hjá ávikavist gentum og dreingjum.

Sum vanligt í frágreiðingum av landsroyndunum verður hvør lærugrein sær greinað, og síðst í frágreiðingini er ein niðurstøðu. Har stendur eitt nú, at Próvstovan í fjør fór undir at menna ein sokallaðan hugtakskarm fyri tær ymisku lærugreinarnar. Ætlanin er at leggja uppgávugerðina í eina fasta legu og at gera tað munandi høgligari hjá uppgávunevndunum at gera uppgávurnar og serliga at hugsa um stigvøksturin í spurningunum. Eisini er hugtakskarmurin ætlaður sum amboð, sum skal gera tað lættari hjá skúlaleiðslum og lærarum at skilja, eftir hvørjum leisti landsroyndarspurningarnir eru mentir. Hugtakskarmurin er eisini eitt amboð, sum stuðlar uppundir uppgávugerð, og sum gevur næmingunum møguleika at vísa, hvussu væl tey megna uppgávur, sum eru á ymiskum torleikastigum. Í ár er so statt fyrstu ferð, at uppgávunevndirnar hava havt ein hugtakskarm í tonkunum í samband við gerð av uppgávum. Somuleiðis er eisini fyrstu ferð, at uppgávurnar í Landsroyndarfrágreiðingini verða mettar eftir hugtakskarmum.

At enda í niðurstøðuni verður sagt, at ein eyðsýnd avbjóðing er viðvíkjandi lærugreinini náttúra og tøkni. Lærugreinin er spildurnýggj hjá næmingunum í 4. flokki, eingi ávegismál eru gjørd til hetta flokstigið. Førleikar sum forvitni, kanning og gransking hava stóran týdning í lærugreinini. Tískil kann tað vera ein avbjóðing at gera fjølbroyttar talgildar uppgávur til serliga náttúru og tøkni í 4. flokki og at skula skipa tær eftir einum hugtakskarmi. Uppgávunevndin hevur tó megnað at gjørt nakrar fjølbroyttar uppgávur. Kortini verður mælt til, at avvarðandi myndugleikar endurskoða ætlanina at hava lærugreinina náttúra og tøkni við í landsroyndini, serliga galdandi fyri 4. flokk.

Les alla frágreiðingina á https://provstovan.fo/fileadmin/07_provstovan/PDF-skjol/fragreidingar/Landsroyndarfragreidingin_2022.pdf

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni