Tíðindi

Øðrvísi jólagudstænasta í Hoyvík

Eftir ætlan skuldu næmingar, lærarar og námsfrøðingar í Skúlanum við Løgmannabreyt í kirkju í morgun, men orsakað av vánaliga veðrinum, bar hetta snøgt sagt ikki til.

20.12.2016

Tað var óhugsandi, at 435 næmingar skuldu fara til gongu úr skúlanum og oman í Hoyvíkar kirkju. Men tað ber ikki til at fara í jólafrí uttan at hava hoyrt jólaevangeliið. Tí gjørdi skúlastjórin, Høgni Joensen, skjótt av og ringdi til prestin, Theodor Olsen, og bað hann koma niðan í Skúlan við Løgmannabreyt at hava jólagudstænastuna. Prestur var til dystin fús, og klokkan 10 verður “kirkjugongd” í skúlanum við Løgmannabreyt.

Næmingar í 7. flokki hava gjørt námsfrøðiliga depilin til reiðar at taka ímóti teim 435 næmingunum og 40 lærarunum og námsfrøðingunum, sum eru á skúlanum. Teir hava verið sera raskir at seta stólar upp, so depilin minnir um eina kirkju, og adventskransurin er sjálvandi tendraður. Latið so jólini koma.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni