Tíðindi

Øll skulu kenna seg trygg í skúlanum

Tað sigur Lenny, sum gongur í 9. flokki í Fuglafjarðar skúla.

28.03.2025

Lenny gongur í 9. flokki. Hann byrjaði í næmingaráðnum í skúlanum í Eysturkommunu, har hann gjørdi sær sínar fyrstu royndir. Nú er hann formaður í næmingaráðnum í Fuglafjarðar skúla og letur væl at.

- Eg havi verið við í næmingaráðnum í eini fimm ár, og nú eri eg formaður. Vit byrjaðu okkara arbeiði við ársbyrjan, og tað dámar mær væl. Tað er ikki so lætt at fáa onnur at stilla upp, so eg haldi, at næmingarnir vóru glaðir, at eg bjóðaði meg fram, og teir valdu meg. Óivað er tað tí, eg dugi og tími at siga mína meining, sigur Lenny.

Lenny hevur nú tilsamans verið í næmingaráði í eini fimm ár. Hann byrjaði í skúlanum í Eysturkommunu, har einki næmingaráð var tá.

- Í skúlanum í Eysturkommunu byrjaðu vit at skipa næmingaráð, og vit høvdu millum annað ávirkan á trivnaðin hjá næmingunum. Og her í Fuglafjarðar skúla var eg við til barnarættindadagin, sum var ordiliga góður. Eisini syngi eg í skúlaorkestrinum, og tá spældu vit fyri øllum, sum vóru við. Tað var ein góð løta.

Fyrru helvt av skúlaárinum hevur verið nógv annað á skránni hjá næmingunum. Bæði námsferð og starvsvenjing, so tað hevur kanska verið líka nógv á skránni, sum tað plagar, greiðir Lenny frá.

- Nú eru vit farin til verka, og okkara høvuðsuppgáva er, at allir næmingar trívast í skúlanum. Tað hevur stóran týdning, at næmingar trívast, og at øll hava tað gott. Bæði í tímunum og í fríkorterinum. Sjálvandi er tað ymiskt, sum vit sum næmingar skulu gera, og tað mugu vit liva við. Men vit kunnu arbeiða við og hava ávirkan á, at øll kenna seg trygg í skúlanum, tí tá er eisini lættari at læra og at fylgja við í tímunum. 

Lenny stillaði upp til næmingaráðið, tí hini ikki tímdu so væl.

- Vit eiga í næmingaráðnum eisini at skapa størri áhuga fyri at stilla upp til næmingaráðið, tí tað hevur stóran týdning, at næmingar arbeiða við ymiskum, sum er viðkomandi fyri okkara skúladag. Tað eru jú vit, sum eru næmingar og vita, hvussu tað er.

- Mær dámar væl at ganga í skúla, og eisini at sita í næmingaráðnum. Hetta er seinasta árið eg verði her, so nú fari eg at royna at gera mun, har eg kann.

Grein, sum hevur staðið í Skúlablað nr 1, 2025.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni