Tíðindi
20.11.2015
Á ráðstevnuni Vitan, veruleiki og visjón - Skúlin sum slóðbrótari, ið var í Skúlanum við Løkin og Skúlanum við Løgmannabreyt í farnu viku, nam Helle Rabøl Hansen, granskari í happing, við viðurskifti, ið eyðkenna ein skúlaflokk, har nógv happing er. Tey trý viðurskiftini, ið gera seg serliga galdandi í flokkum, har happing ræður, eru einsemi, ótti og vantandi hugur at ganga í skúla, á yrkismáli eisini kallað bermuda-tríkanturin, tí tryggleikin hvørvir.
Í flokkum, har happing fer fram, svara fleiri børn, at tey eru einsamøll, fleiri svara, at tey eru bangin fyri ymiskum, og fleiri svara, at tey tíma ikki at ganga í skúla.
- Tað, sum er ógvuliga áhugavert í hesum sambandi, er, at tað eru fleiri enn tey, sum siga seg vera happað, sum siga, at tey eru einsamøll, bangin og ikki tíma at ganga í skúla, segði Helle Rabøl Hansen.
Kanningar vísa, at langt er ímillum teirra, sum tíma ganga í skúla, og teirra, sum ikki tíma.
- Tey, ið tíma ringast at ganga í skúla, eru ikki tey, sum verða happað, men tey, sum happa. Tey happaðu eru tey, sum dámar best at ganga í skúla og kanska eru fakliga frægast fyri í flokkinum og so framvegis.
Tað er ein bólkur í flokkinum er yvirsæddur í granskingini, ásannar Helle Rabøl Hansen, og tað eru teir næmingarnir, sum eru ógvuliga bangin fyri at verða happaðir. - Ein máti hjá hesum næmingum at fáa frið er ikki at gera vart við seg á nakran hátt. Óttin fyri at gerast næsta happingarofrið er so stórur, at tað fyllir alt. Í flokkum, har happing ikki fer fram, síggja vit ikki hesi viðurskiftini í sama mun. Har finna vit langt frá líka nógv, sum eru einsamøll, bangin ella ikki vilja ganga í skúla. At verða tilvitaður um hesi viðurskiftini gevur okkur hugskot til, hvat tað er umráðandi at hava fyri eyga, tá ið talan er um happing. Mangan verður sagt, at næmingurin velur sjálvur at vera einsamallur ella at standa uttanfyri; sambært hesum so er einsemi ein partur av happingini.
Ráðstevnan Vitan, veruleiki og visjón - Skúlin sum slóðbrótari var í Skúlanum við Løkin hósdagin og Skúlanum við Løgmannabreyt fríggjadagin. Millum fyrilestrarhaldararnar vóru Helle Rabøl Hansen og Dorte Marie Søndergaard frá eXbus-granskingarbólkinum, sum lýstu nýggjastu granskingina og dømi um átøk, sum hava víst seg í verki at hava fyribyrgt og tálmað happing. Katrin av Kák, sálarfrøðingur og námslektari, og Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur og námslektari, løgd fram kanningina av happing í fólkaskúlanum, sum var gjørd í fjør.