Tíðindi
07.07.2023
Trina dugir skriva langar setningar longu í øðrum flokki. Trúgvi, sum situr undir liðini á henni, dugir bara at skriva tvey orð. Tað er púra vanligt, at tað er munur á, hvussu skjótt børn læra at skriva. Tað hava granskarar funnið útav.
App ger tað lættari
Men tað kann gera tað avbjóðandi at vera lærari, tí hvussu kanst tú undirvísa Trinu og Trúgva á sama hátt? Nú hava granskarar gjørt eina app, sum ger tað lættari hjá lærarum at læra.
Finna eitt mynstur
Danskir granskarar hava hugt at meiri enn 50.000 tekstum. Danskir næmingar hava skrivað tekstirnar inn í eina app; teir hava skrivað uttan at hugsa um at stava rætt ella um mállæru. Burtur úr hesum hava granskararnir lært nógv nýtt, tí teir hava nevniliga funnið út av, at tað er eitt mynstur í, hvussu vit læra at skriva.
Fýra stig í skrivingini
Tí hóast tað er munur á, nær vit læra at skriva, mennast vit á sama hátt, tá ið vit fara undir at skriva. Fyrst skriva vit stuttar og einfaldar setningar við fáum orðum, sum til dømis ”Bjørnin svevur.” So gerast vit meiri persónlig. Vit byrja at skriva slíkt, sum vit uppliva, til dømis ”Hundurin er fittur.”
Eftir hetta byrja vit at skriva truplari setningar. Vit úttrykkja okkara kenslur, til dømis ”Tað er stuttligt at spæla við lego.” At enda skriva vit longri og meiri samanhangandi setningar og brúka orð, sum ”tí, um og ella.”
Appin skilir, hvussu langt næmingurin er komin
Tá ið appin lesur tað, sum Trina og Trúgvi hava skrivað, skilir hon, at Trina er komin nógv longri í menningini at læra at skriva enn Trúgvi. Tí kann appin hjálpa læraranum at laga undirvísingina betur til bæði Trinu og Trúgva. Hon kann eisini gera tað lættari hjá læraranum, tí hann kann brúka appina at gera undirvísingina nógv miðvísari.
Lesið meiri um appina her: https://gyldendal-uddannelse.dk/products/skrivoglasdk-website-46993-9788762515772
Kelda: videnskab.dk