Tíðindi

Øll flyta fjøll sjálvboðið

- Vit hava ikki heimild at noyða hetta tilfarið upp á nakran, tí vit eru ein felagsskapur, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.

11.10.2016

Barnabati hevur tikið stig til stóra verkætlan, sum hevur til endamáls at berja happing og mistrivnað niður við fyribyrging, ið byrjar longu í vøggustovu. Hetta er stór, umfatandi og kostnaðarmikil verkætlan, sum er altjóða viðurkend og somuleiðis kend víða; hon er sprottin úr Avstralia fyri meiri enn 10 árum síðan, komin til Danmarkar umvegis donsku krúnprinsessuna, sum er verji hjá verkætlanini, longu sett í verk í okkara grannalondum, og gongst sum ætlað verður hon sett í verk í Føroyum í næstum. Verkætlanin er ein amboðskassi, sum eitur Øll flyta fjøll.
- Hóast tvær happingarkanningar staðfesta, at happing er ein stórur trupulleiki í Føroyum, og at nógv børn verða happað dagliga, so vita vit ikki um nakað ítøkiligt amboð ella átak fyri at fyribyrgja happing, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.

Tað verður ikki eitt krav, at dagstovnar og skúlar skulu keypa amboðskassan, Øll flyta fjøll, og taka hann til sín; hinvegin verður tað upp til hvønn einstakan stovn og skúla.
- Vit hava ikki heimild at noyða hetta tilfarið upp á nakran, tí vit eru ein felagsskapur. Mentamálaráðið stuðlar verkætlanini við at vera við, og tað er sjálvandi gott fyri verkætlanina. Í Danmark vita vit, at helmingurin av øllum dagstovnum brúka tilfarið; í fjør var talið ein triðingur, so tey gerast alla tíðina fleiri. Ísland er eisini farið undir somu verkætlan, og eg havi varhugan av, at tað gongur við rúkandi ferð. Grønland er framman fyri okkum, Lettland er komið við og onnur lond banka á dyrnar, sigur Djóni Eidesgaard.

Øll flyta fjøll verður føroyskað og lagað til føroysk viðurskifti í øllum liðum. Stórur dentur verður lagdur á dygd og eftirmeting, og eftirmetingar verða alla tíðina gjørdar í ymsu londunum fyri at vísa á, hvussu tilfarið roynist.
- Hyggja vit at verkætlanini sum heild, er eingin fingur at seta á; tilfarið tænir endamálinum at skapa eitt gott umhvørvi fyri børn; tað ger mun; børnini støðast betur, og happingin minkar; navnframir fakpersónar viðmæla, at tilfarið verður brúkt.

Eitt av endamálunum við verkætlanini, Øll flyta fjøll, er at skapa eina so smidliga og liðiliga yvirgongd frá vøggustovu til barnagarð sum gjørligt.
- Tað er umráðandi, at tað er ein reyður tráður í øllum tí, barnið møtir, og at broytingarnar ikki eru so ógvusligar. Barnið møtir fyrstu ferð tilfarinum í amboðskassanum Øll flyta fjøll í vøggustovu og síðan allan vegin uppeftir. Tað ger, at tað tilognar sær tað natúrliga.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni