Tíðindi

Øll eiga at duga fyrstuhjálp

”Øll eiga at duga fyrstuhjálp” er orðing, ið Reyði Krossur Føroya nýtir í einum parti av arbeiði sínum. Men at duga fyrstuhjálp er, aftrat kropsligu hjálpini, eisini at veita sálarliga fyrstuhjálp.

03.04.2025

Tí verður í allari undirvísing lagdur dentur á, at fyrstuhjálparin hjúklar um tann skadda, eins væl og fyrstuhjálparin eisini ansar sær sjálvum – bæði í støðuni og serliga eftir, at onnur leikfólk eru um skadda persónin.

Eins væl og vit leggja dent á, at fyrstuhjálparin metir støðuna og ansar eftir, at trygt er at hjálpa, leggja vit eisini dent á, at fyrstuhjálparin hugsar um egnu støðu sína bæði beint eftir hendingina og somuleiðis, um onkur ørkymlan stingur seg upp seinni.

Í skúlahøpi kunnu vit ímynda okkum, at næmingur fær skaða, og støðan hevur við sær, at hóast floksfelagar vónandi eru skjótir at hjálpa og eisini at fara eftir hjálp frá vaksnum, so órógvast floksfelagar av hendingini.

Ilt er at siga, hvussu ymiskt næmingarnir órógvast, men týdningarmikið er, at lærarin fær orð á næmingarnar at umrøða støðuna. Tá ið hetta er sagt, er aftur týdningarmikið, at lærarin eisini hugsar um egnu støðu sína og hjá starvsfeløgum.

Kropsliga fyrstahjálpin er ítøkilig, og tað kann skjótt verða staðfest, um fyrstuhjálparin megnar uppgávuna ella tørvar at ringja ”eitt – eitt – tvey”.

Sálarliga fyrstahjálpin kann tykjast torfør at greina, men dentur verður lagdur á, at øll kunnu veita sálarliga fyrstuhjálp.

Reyði Krossur Føroya bjóðar eisini fram skeið í sálarligari fyrstuhjálp til øll áhugað – uttan mun til útbúgving og royndir. Skeiðini eru viðkomandi fyri bæði einstaklingar, stovnar og arbeiðspláss, sum vilja økja um mótstøðuførið og tryggja sær førleikar at hjálpa sær sjálvum og øðrum, um ein kreppa rakar.

Nøkur dømi um, nær sálarlig fyrstahjálp er góð at duga eru: Tá ein ólukka hendir, tá onkur er fyri harðskapi, fær staðfest álvarsliga sjúku ella fer á húsagang, tá ein av teimum nærmastu letur lív, tá stórar vanlukkur raka, ella tá vit eru vitni til eina álvarsliga hending.

Jákup av Skarði er samskipari til fyrstuhjálparskeið hjá Reyða Krossi. Tað ber til at seta seg í samband við hann á fyrstahjalp@redcross.fo ella við at ringja 28 66 29.

Grein í Skúlablað nr 1, 2025.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni