Tíðindi
26.07.2016
Í november 2015 setti danska stjórnin eina serfrøðinganevnd, sum skuldi kannað nærri, hvussu tað gongur at inkludera allar næmingar í fólkaskúlan sama hvønn tørv teir hava. Í vár var nevndin liðug við arbeiði sítt og hevur í tí sambandi latið kenslumálaráðharranum, Ellen Trane Nørby, eitt álit við sløkum 100 tilmælum. Eitt av tilmælunum er at fara burtur frá málinum um, at 96 prosent av øllum næmingunum skulu ganga í vanligum fólkaskúla. Í staðin eigur málið at vera, at allir næmingar verða mentir fakliga á tí stignum, teir eru, og at teir trívast. Umframt mælir serfrøðinganevndin til, at tilgongdin til inklusjón verður broytt, soleiðis at hugsað ikki bara verður um næmingar við serligum tørvi, men um øll børn og alt skúlans læriumhvørvi.
Vit mugu viðurkenna, at inklusjónin riggar ikki nóg væl alla staðni. Tað er avgerandi, at vit bøta um viðurskiftini, har tey ikki eru nóg góð. Tí fari eg at hyggja nærri at tilmælunum frá serfrøðinganevndini. Fyri meg er tað avgerandi, at øll børn læra og trívast í skúlanum. Tí skulu vit fara frá at hugsa um eitt ávíst prosenttal ella eina ávísa skipan. Stjórnin fer at sleppa málinum um, at 96 prosent av øllum næmingunum skulu verða inkluderað í vanligan skúla ella flokk. Fakliga menningin og trivnaðurin hjá hvørjum einstøkum næmingi skulu aftur í miðdepilin, sigur Ellen Trane Nørby, kenslumálaráðharri.
Kanningin hjá serfrøðinganevndini vísir, at fleiri næmingar eru inkluderaðir í almennu undirvísingina, og at inklusjónin er eydnast fyri ein part. Bólkurin vísir eisini á eina røð av avbjóðingum; millum annað halda lærarar, at tað er ein bólkur av næmingum, sum ikki fáa tann stuðul, teir eiga at fáa fyri at trívast og mennast fakliga. Tí er eitt tilmæli at bøta um hesi viðurskifti.
Kanningin vísir, at vit flyta okkum rætta vegin, og at fólkaskúlin hevur góðar fortreytir fyri at fáa hetta at eydnast. Tað eru tó nógv viðurskifti, sum vit skulu bøta um; nógv staðni er málbrúkið um og tilgongdin til inklusjónin negativ; tað mugu vit gera nakað við, og so eiga bæði kommunur og skúlar at raðfesta tey tiltøk, sum verða sett í verk og seta eyka orku inn, har tað er neyðug, sigur Claus Hjortdal, formaður í serfrøðingabólkinum og Skúlaleiðarafelagnum í Danmark.
Í kanningini kemur eisini fram, at nógva staðni tørvar ein felags fatan av, hvat inkluderandi læriumhvørvi er. Serfrøðingabólkurin vísir tí til betri samskifti og størri gjøgnumskygni; nógvir skúlaleiðarar og lærara vísa á, at arbeiðið við inklusjón hevur ikki nøktandi umstøður.
Kenslumálaráðharrin fer at viðgera tilmælini frá serfrøðinganevndini saman við kommunufelagnum KL og samstarvsfelagum í stjórnini. Síðan verður ein nevnd sett, sum skal arbeiða við at seta tilmælini frá serfrøðinganevndini í verk.
Kelda: uvm.dk
Savnsmynd