Tíðindi
23.02.2023
Flokslærarar og lærarar, sum eru í toyminum um ein flokk, hava ábyrgd av menningini og trivnaðinum í flokkinum. Henda uppgávan fær alt meiri umrøðu, stundum ljóðar á kjakinum, sum at hetta er ein einføld uppgáva, sum bara skal avgreiðast. Tó eru nógvir ymiskir næmingar í einum flokki, og tað kann hava stóra ávirkan á trivnaðin. Vit hoyra ofta um, hvussu trupult tað er hjá næmingum við ADHD, autismu ella øðrum avbjóðingum at trívast og mennast í fólkaskúlanum. Tað verður sjáldan tosað um, hvørja ávirkan tað hevur á næmingar, sum ikki hava diagnosu, at trívast og mennast, tá ið teir eru í flokki við næmingum, ið órógva. Tað er ein sannroynd, at tað er ymiskt, hvønn tørv vit hava, um vit skulu hugsavna okkum og læra. Hjá onkrum er tað fínt við einum sindri av ófriði, summi vilja hoyra tónleik, ímeðan onnur hava tørv á friði.
Tá ið vit hugsa um, at lærarin skal laga undirvísingina til einstaka næmingin, so verður oftast hugsað um fakligu læringina. Tá fortreytirnar fyri læring eru so ymiskar, so er uppgávan als ikki so løtt at loysa. Verður dentur lagdur á, at fimm næmingar vilja hoyra tónleik, so eru aðrir fimm, ið ikki fáa hugsavnað seg. Ella um onkur av og á má sleppa at røra seg eitt sindur, møguliga fara ein túr út í skúlagarðin, so órógvar hetta eisini onkran.
Eg var til ein fyrilestur um næmingar við ADHD. Har varð sagt, at tað, sum gagnar einum næmingi, gagnar øllum næmingunum, soleiðis at skilja, at um ein næmingur hevði gott av at røra seg eftir 20 minuttir, so var tað gagnligt fyri allan flokkin at fáa ein stuttan rørslusteðg eftir 20 minuttir. Tá er tað, at eg sum lærari fari at hugsa um tey, sum brúka langa tíð um at koma í flow. Um næmingur brúkar langa tíð um at koma í rætta arbeiðslagið, so hevur hesin næmingurin ongan møguleika, um hann verður órógvaður/avbrotin við so stuttum millumbilum.
Skúlaflokkarnir eru bæði stórir og fjølbroyttir, næmingasamansetingin er ymisk, stundum riggar tað væl, stundum minni væl. Kortini er tað uppgávan hjá læraranum við upp í 26 næmingar í einum høli at røkka øllum næmingunum og bera so í bandi, at hvør einstakur næmingur hevur best møguligu arbeiðs- og lærufortreytir, soleiðis at allir næmingar mennast og trívast í arbeiðsgongdunum. Hetta er lættari sagt enn gjørt. Ikki tí at lærarar ikki kenna sína uppgávu, ella tí lærarar ikki vita, hvussu hon skal loysast. Orsøkin til, at tað eru næmingar, sum ikki trívast, er nevniliga, at lærarin ikki hevur arbeiðsumstøðurnar, sum skulu til. Onkuntíð er lætt og gott at hava nógvar næmingar, onkuntíð er best at hava fáar næmingar, meðan tað aðrar tíðir eru hølisviðurskifti ella tímalegging, sum ikki passa best. Hava lærarar góðar arbeiðsumstøður og tíð at vera um einstaka næmingin, so er avbjóðingin við næmingum, sum ikki trívast í fólkaskúlanum, nógv lættari at loysa.
Herfyri hitti eg ein ungan mann. Eg mintist hann væl frá skúlatíðini – ein fittur, lívligur drongur. Tað hendi altíð okkurt, har hann var. Nú nøkur ár seinni, sum vit sita og tosa um skúla og skúlapolitikk, samstundis sum vit flentu at onkrum stuttligum hendingum, sum høvdu verið í hansara skúlatíð, ørkymlaði niðurstøðan hjá hesum unga manni meg. Hann var púra avgjørdur, tá ið hann segði: ”Eg eri ein av teimum, sum ikki er gjørdur til skúlan.” Her er mín avgjørda meining júst tann øvuta: skúlin er ikki gjørdur til øll børn. Tá ið vit hugsa um, at øll børn skulu ganga í skúla í níggju ár, so er tað ómetaliga harmiligt, at lærarar ikki hava betri møguleikar at tryggja hesum børnum eina góða skúlagongd.
Sjónarmiðið hevur staðið í Skúlablaðnum, sum júst er komið.