Bloggur

Økologiskir myndlar og didaktiskir tríhyrningar

Hanus Højgaard, læraralesandi á øðrum ári á Námsvísindadeildini, bloggar
 


13.06.2014


Eg havi nú gingið á Læraraskúla í skjótt tvey ár, og eg eri ovfarin av tí, eg havi lært, og at tað var so nógv eftir hjá sjálvt mær at læra. Hetta seinasta sjálvandi sagt við einum skeivum smíli.

Tá eg júst var byrjaður á Læraraskúlanum, vóru afturmeldingar frá fólki, eg møtti, sera jaligar. “Kul,” søgdu onkur. “Tú fert at rigga fínt sum lærari, tú ert so tolin,” segði onkur annar. Onkur helt tó, at tað at vera ein góður lærari er viðføtt og kann ikki lærast.

Sum heild kann eg tó siga, at hvørki eg sjálvur ella tey, sum eg tosaði við um tað, sum eg júst var farin undir, ordiliga vistu, hvat vit tosaðu um. Men eftir nøkrum mánaðum var eg vorðin eitt sindur klókari uppá, hvat krevst av einum lærara. Uttan tó at gera meg til serfrøðing.

Fyri umleið 200 árum síðan varð farið undir fólkaskúlan í Danmark, og grundin var, at samfelagið metti tað hava so stóran týdning, at øll dugdu at lesa, skriva og rokna, at hetta kundi ikki verða latið foreldrunum upp í hendi. Hetta mátti gerast ein samfelagsuppgáva, tí annars var tað bara tað betra slagið, sum fekk hesar grundleggjandi førleikar.

Men við tíðini er uppgávan hjá skúlanum víðkað, og hetta sæst við at kaga í fólkaskúlalógina. Í grein 1 stendur m.a., at næmingar skulu kunna nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka í fjølbroyttu og persónligu menningini. Eisini er uppgávan hjá skúlanum – í tøttum samstarvi við foreldrini – at menna næmingarnar so teir skulu klára at fóta sær, næstan líkamikið hvat lívið hevur at bjóða. So tað sigur seg sjálvt, at tað krevst nógv av einum lærara, um hann skal uppfylla tað, sum fólkaskúlalógin krevur.

Um hamarin er tað einasta amboðið vit hava, mugu vit gera allar trupulleikar ella avbjóðingar um til seymir, skal onkur hava sagt. Onkur annar skal hava sagt, at um tú gevur øllum urtapottunum hjá tær líka nógv vatn, doyr helvtin. So lætt sleppa vit nokk ikki sum lærarar, tá vit skulu menna okkara dýrabarasta tilfeingi til klára allar lívsins avbjóðingar. Onki barn er eins, og tey skulu tí viðfarast ymiskt. Onkur sigur, at skalt tú fara eins við børnum ella fólki sum heild, mást tú viðfara tey ymiskt!

Tann fyrsta tíðin á Frælsinum var ein hurlivasi av nýggjum hugtøkum, sum eg nærum ongantíð hevði hoyrt um fyrr og enn minni givið mær far um. Úr rúgvuni kann eg nevna vísindaástøði, tulkingarfrøði, fyribrigdarfrøði, positivisma, sosialkonstruktivisma, kvantitativ háttaløg, hypotetisk deduktiv háttaløg, sosialiseringspallar, sosialiseringagentar, assimilering, nærmasta menningarøki osfr. osfr. osfr.
Og so allir heimsspekingarnir og sálarfrøðingarnir, har eg kendi summar av navni, men hvat allir hesir stóðu fyri, hevði eg fyri tveimum árum síðan ikki kunna svarað uppá upp á standandi fót. Platon, Sokrates, Freud, Bourdieu, Kant, Vygotsky, Piaget, Gardner fyri at nevna nakrar.

Har eru ein ørgrynna av amboðum, sum vit sum lærarar mugu brúka fyri at lúka tey krøv, sum fólkaskúlalógin setur. Gloym endiliga ikki didaktiska tríhyrningin hjá Illeris, didaktiska frymilin hjá Hiim og Hippe fyri ikki at tala um taksonomiina hjá Bloom.

Sum tit síggja; ein rúgva av ástøðum og ástøðingum at forma okkara børn eftir, og ein rúgva av amboðum at gera hetta við.
Hetta er nakað av tí, vit innan skúlans gátt skulu minnast til, men tað eru ikki bert lærarar, sum saman við foreldrum mynda barnið, so tað trygt kann ganga framtíðini á møti. Eitt afrikanskt orðafelli sigur soleiðis: It takes a a village to raise a child, og tað er mínsann eisini ein myndil, sum lýsir tað, nevniliga økologiski myndilin hjá Bronfenbrenner. Alt umhvørvið hjá barninum er við í menningini. Heimið, barnagarðar, frítíðarskúli, skúli, sunnudagsskúli, frítíðarítriv, vinna, løgting, umheimurin fyri bert at nevna nøkur.

So tað krevur sítt at vera lærari. Ein viðføddur eginleiki og tolni er gott at hava í viðførinum, men har krevst nógv afturat. So eg kundi gjørt orðini hjá Esmar Eysturoy til míni: Tað verður strævið.

Kanska verður tað strævið, men uttan iva eisini gevandi og spennandi. Gott at ein long summarferia stendur fyri framman, so alt, sum er fylt inn í høvdið, fær lagt seg á røttu hillarnar. Eg fari at enda við einari gátu, og hetta verður so helst síðstu ferð eg sigi hesa gátuna, tí nú eri eg sjálvur komin í selskap við teimum, sum fólk flest halda hava í so langa summarferiu.

Hvør er líkheitin millum eina flakakvinnu og ein skúlalærara:)”
“Bæði mugu lurta eftir útvarpinum fyri at fáa at vita, nær tey skulu til arbeiðis aftur!”

Góða summarferiu :-)

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni