Tíðindi

Óvirkin liviháttur er ógvuliga hættisligur

Ein tann víðfevndasta kollveltingin í mannasøguni er óvirkni – inaktivitetur. Serliga ung og børn sita ein stóran part av degnum og samskifta við alheimin um fartelefonina, teldilin og telduna – halda vit – og ikki uttan grund. Men tey ungu foreldrini eru ikki smettin frægari, sum skilst

30.11.2016

Støðuga strembanin hjá samfelagnum eftir búskaparvøkstri og meira búskaparvøkstri ber í sær, at vit hava ikki tíð at eta ordiligan mat. Mikroovnurin við síni junkføði fær likamið at bólgna, og "tann amerikanska fitimarran" verður alsamt meiri verulig.

Vit tosa um ta skjótt vaksandi óvirknu fólkafjøldina og ta lítlu, men ekstremu fjøldina, sum førleikastressar seg sjálva dag og dagliga.

Magni Mohr er granskari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum, har hann m.a. er leiðari á nýggja Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking og er formaður í Fólkaheilsuráðnum. Hann sigur m.a. í sambandi við greinina, "Er óvirkni livihátturin hjá okkara børnum og ungu ein tikkandi bumba?" hjá Suna Poulsen, sálarfrøðingi, í Skúlablaðnum fyrr í ár. Suni Poulsen sigur t.d.:

"Vit eru ikki gjørd til at sita á afturpartinum og hyggja inn í ein skíggja lutfalsliga stóran part av okkara tíð í so stóran mun, sum vit gera”.

Tað passar, sum Suni sigur, sigur Magni Mohr, men hann heldur, at trupulleikin er minst líka stórur hjá teimum vaksnu.

Magni Mohr sigur, at hyggja vit aftur í heimssøguna, so er spurningurin, um nakað hevur kollvelt lívsstílin so ógvisliga eftir so stuttari tíð sum alnetið og tað, sum fylgir við tí.

- Tað er heilt ekstremt, heldur Magni.

Hann sipar m.a. til dilluna eitt árið herfyri við at leypa á sjógv, sum breiddi seg um alla verðina eftir nøkrum døgum.

- Bara tað, at hetta við at fólk skuldu leypa á sjógv skuldi blíva 'worldwide' upp á fáar dagar, vísir, hvussu máttmikið alnetið er.

Við atliti at heilsustøðuni hjá fólki sigur Magni Mohr, granskari, í stuttum, at ein polarisering fer fram. Vit hava fingið eina elitu av supermotiónistum, sum renna maraton, eta rætt, meditera og drekka grønt te. Hinumegin er ein veldigur bólkur, sum hevur tað ringt. Fólkini – ikki minst børn – eru vorðin yvirfeit, kropsliga dovin og illa fyri yvirhøvur.

Taka vit tey børnini, sum ganga til úrvalsítrótt, eru tey har fimm til 10 ferðir um vikuna, meðan vit hava ein risastóran bólk í hinum endanum, sum slættis einki ger. Tann natúrliga rørslan við spæli er so at siga horvin.

Tær einastu løturnar, ið samfelagið hevur øll hesi børnini samlað, er í skúlanum. So tann, sum kann gera allarmest við henda trupulleikan, er fólkaskúlin. Og tosa vit um tann føroyska fólkaskúlan, hyggur hann – ikki óvæntað – ofta at tí danska fólkaskúlanum, men fylgir honum ikki altíð í øllum. Í donsku fólkaskúlalógina kom fyri nøkrum árum síðan eitt krav um, at børnini skulu hava rørslu í trý korter hvønn skúladag.

- Og hví ikki tað – eg sigi ikki, at mann skal kopiera alt ókritiskt – men tað haldi eg er eitt sera gott initiativ á rættari leið, sigur Magni Mohr. Hann mælir skúlanum til at taka ábyrgdina av hesum nýggja veruleika. Kropslig rørsla bøtir um alt, innlæring, konsentratiónsevni, sosialan trivnað, og tey, sum eru væl fyri kropsliga, duga yvirhøvur eisini tey vanligu fakini betur.

Hetta er sum alt annað ein spurningur um pengar og raðfesting, sigur Magni Mohr.


Myndin:
Magni Mohr, granskari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum, sigur, at hyggja vit aftur í heimssøguna, so er spurningurin, um nakað hevur kollvelt lívsstílin so ógvisliga eftir so stuttari tíð sum alnetið og tað, sum fylgir við tí


Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni