Tíðindi

Óttin at vera uttan fyri felagsskapin vaksandi trupulleiki

Nógvir av spurningunum, sum koma til Barnabata, bæði gjøgnum ráðgevingina og aðrar skipanir, benda á, at nógv børn og ung leingjast eftir at vera partur av einum felagsskapi.

05.10.2022

Felagsskapurin, børn og ung eru partur av, tykist vera fluttur frá at vera fysiskur felagsskapur til at vera felagsskapur á netinum. Tað trívast summi væl við, men als ikki øll.

- Vit vita, at børn og ung í dag samskifta á nógvum ymiskum pallum alla tíðina. Hjá summum verður tað ov nógv alla tíðina at skula vera virkin á snapchat ella øðrum pallum. Avleiðingarnar kunnu vera, at tey føla seg at vera hálv allastaðni. Tey gerast rætt og slætt strongd av at vera on. Samstundis er tað vanligi mátin hjá børnum og ungum at vera saman í dag. Hetta er tann felagsskapurin, tey hava, og hann er avgerandi fyri tey, tí eru tey ikki við, so eru tey uttanfyri. Tá ið tað er sagt, so er nógv, sum bendir á, at tey gerast strongd av at vera on allatíðina, sigur Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.

Í summar hevur verið kjak um, hvørt krøvini, sum børn og ung møta í skúlanum seta so stór krøv til teirra, at tey hokna undan. Kjakið byrjaði við einum innleggi frá løgtingsmanninum, Jóhannesi Joensen, í sambandi við ein grein 52-spurning til landsstýrismannin við skúlamálum, har hann spyr um, hvat gagn landsroyndirnar og PISA-royndirnar geva børnum og ungum. Í viðmerking til spurningin segði løgtingsmaðurin eitt nú:

- Tey stríðast. Tað síggja vit. Vit mugu taka tey í álvara og fyribyrgja, at fleiri fáa sálarligar trupulleikar. Tað gera vit við at flyta avrikssamfelagið úr fólkaskúlanum, tí tað hoyrir yvirhøvur ikki heima har. 

Ráðgevingin hjá Barnabata fær nógvar spurningar frá børnum og ungum, sum hava við skúlan at gera. Teir snúgva seg mest um hugin at ganga í skúla. Ugur Kevioglu, mentorsamskipari í Barnabata, vísir á, at tað eru trý viðuskifti, sum hava týdning, um børn vilja í skúla. Tað er relatiónin til læraran, relatiónin til fakið og relatiónin til felagsskapin.

- Eru hesar relatiónirnar ikki til staðar, vilja tey ikki í skúla. Vit vita, at onkur næmingur hevur ein vin, og er tann vinurin ikki í skúla, fer viðkomandi ikki í skúla. Vit eru í sambandi við børn og ung, sum ikki orka, tíma ella vilja í skúla. Hetta síggja vit eisini hjá børnum, sum hava orkurík foreldur. Vit eru eisini í sambandi við børn, sum óttast fyri at enda í einum serflokki. Tað fata tey sum ta ringast hugsandi revsingina yvirhøvur, tí har vil eingin vera. Vit síggja eisini skúlaaftran, og vit hava børn í mentorskipanini, sum ikki vilja í skúla.

Í høvuðsheitum eru spurningarnir, ið ráðgevingin hjá Barnabata fær frá børnum og ungum, ógvuliga ymiskir. Aðalskrivarin sigur, at ávís mynstur gera seg galdandi eina tíð, so skiftir tað eftir árstíð ella rákum og viðurskiftum í samfelagnum. Meðan koronasóttin herjaði, var tað serliga einsemi, sum fylti nógv, og tað, sum bendir á tunglyndi. Um høgtíðir er vanligt, at børn, hvørs foreldur eru misnýtarar, venda sær til ráðgevingina, og hevur nógv verið frammi í miðlum um kynsliga misnýtslu, so sæst tað eisini aftur í spurningum frá teimum, sum venda sær til ráðgevingina.

- Orsøkin til trupulleikarnar hjá einum barni ella ungum, sum vendir sær til okkara, kann vera ógvuliga samansett, men vanliga er tað okkurt ávíst, sum ger, at tey venda sær til okkara.

Børnini og tey ungu, sum venda sær til ráðgevingina hjá Barnabata, eru í aldrinum 14 til 23 ár. Fyrr vóru tey yngri. Hyggja vit 10 ár aftur í tíðina, so hava spurningar um einsemi, angist og tunglyndi fylt nógv. Kynslig misnýtsla og harðskapur hava eisini fylt, men teir spurningarnir koma ofta í kjalarvørrinum á herferðum, sum hava verið. Happing fyllir eisini nógv enn sum áður, men happingarmynstrið er broytt til at fara meiri fram á netinum.

- Ókeypis tilboðið um sálarfrøðiliga hjálp til teirra í aldrinum 15 til 35 hevur óivað munað sera væl. Tá ið tilboðið steðgaði í summar vegna vantandi játtan, vóru tey nógv, sum vendu sær til okkara og vóru í neyð, bæði tey, sum vóru í eini tilgongd, har tey fingu hjálp, og tey, sum stóðu til at skula byrja. Eg ivist onga løtu í, at tilboðið hevur havt positivt gagn. Vit hava í øllum førum varhugan av, at tað eru nógv børn og ung í Føroyum, sum fáa sálarfrøðiliga hjálp. Nógv, sum venda sær til okkara, hava eitthvørt tey stríðast við, men ikki verður mett at vera nógv álvarsamt til, at kommunulækni ella barnavernd koma uppí.

Barnabati hevur havt ráðgeving til børn og ung í nógv ár. Skuldi ráðgevingin verið so munadygg og góð, sum Barnabati vil, so skuldi felagsskapurin fingið 3,2 mió krónur um árið til raksturin. Sum er kostar hon minni enn 500.000 krónur. Av somu orsøk er ikki orka at skráseta og skjalprógva spurningar og mál nóg neyvt.

- Vit hava eina hagtalsskipan, men tíverri ikki orkuna at brúka hana og nágreina tað, vit síggja. Tí verður tað meiri ein heildarmynd, sum vit síggja.

Á myndini Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni