Tíðindi

Ógvuliga fá hava veðurlagsangist

Fyribrigdið verður ofta brúkt av tíðindafólki og granskarum. Men ein nýggj kanning bendir á, at tey ikki eru nógv í tali, sum líða av angist orsakað av veðurlagsbroytingum

04.11.2022

Skógareldar, vatnflóð, ódnir, turkur, ógvisligur hiti. Okkara gongustjørna er í hesum døgum fyri stórum veðurlagsbroytingum, teimum størstu nakrantíð. Fyri summi eru tíðindi um tað, sum hendir kring heimin, ógvuliga tyngjandi og hava so stóra ávirkan á sálarstøðuna, at tað ávirkar gerandisdagin.

Áhaldandi ilt í búkinum

Mia Chamberlain lesur sálarfrøði. Í vetur hevur hon greitt frá í einum poddvarpi, hvussu hon eitt skifti hevur havt stóra angist orsakað av kreppuni, sum veðurlagið er í. Og at hon hevur verið so stúrin fyri framtíðini, at hon altíð hevur ilt í búkinum. Hon hevur verið nógv ávirkað av hesum, hevur verið kedd og grátið, men hon er eisini ill og ørkymlað. Hon kennir seg at vera sera ráðaleys.

– Eitt skifti mátti eg lata vera við at lesa tíðindi og fara út úr skúlastovuni, tá tað snúði seg um veðurlagsbroytingar, segði hon í poddvarpinum.

So við og við megnaði hon at broyta óttan fyri framtíðini til stríðsvilja. Hon gjørdist eldhugað í politikki og umhvørvisrørsluni.

Kannað bretar

Hvussu nógv hava í roynd og veru angist viðvíkjandi veðurlagnum?

Tað hava bretskir granskarar kannað.

Kanningin byggir á spurnablað, sum er gjørd á netinum. 1338 vaksnir bretar svaraðu í 2020 og 2022.

Nærum helmingurin av luttakarunum søgdu, at teir stúra ella stúra nógv fyri veðurlagsbroytingum. Hetta er umleið tað sama, sum granskarar í Noregi hava funnið út av í kanningum har.

Bara 4,6 prosent søgdu seg hava veðurlagsangist.

Tað eru serliga ung, sum líða av hesum. Tað sama var galdandi fyri tey, sum hugdu ella hoyrdu nógv tíðindi, og sum frammanundan høvdu aðra angist.

Fyribrigdið undir luppi

Thea Gregersen er granskari við NORCE. Har arbeiðir hon við veðurlagssálarfrøði.

Gregersen er í útgangsstøði atfinningarsom, tá ið ið talan er um fyribrigdið veðurlagsangist. Hon heldur, at fyribrigdið er óneyvt – og at tað eisini eyðkennir granskingina.

Granskarar hava allýst veðurlagsangist á ymiskan hátt, og tí er tað trupult at samanbera kanningar, heldur hon.

– Veðurlagsangist verður vanliga allýst sum negativar kenslur tongdar at veðurlagsbroytingum.

Hon minnir á, at veðurlagsangist ikki er ein viðurkend diagnosa. Tí er tað eitt veikt fyribrigdi, sum røkkur víða.

Mangan eru tað stúranir um veðurlagsbroytingar, sum verða mátaðar. Ikki angistin.

Eyðkenni

Gregersen hevur lisið bretsku kanningina; hon heldur, at hon er øðrvísi enn aðrar kanningar.

Granskararnir eru nevniliga farnir longri inn í fyribrigdið. Teir viðurkenna, at tað er munur á angist og stúran.

Granskararnir hava sett orð á veðurlagsangist, sum tekur støði í eyðkennum. Teir kanna, um hesi hava negativa ávirkan á gerandisdagurin, til dømis við verri svøvnlagi ella hugsavnan.

Tá ið lagt er upp fyri hesum, vísir tað seg, at bara 4,6 prosent hava tað, sum eitur veðurlagsangist.

Vanligt at stúra

Trupulleikarnir hjá tí einstaka skulu sjálvsagt verða tiknir í álvara, heldur Gregersen.

Men vit mugu vera uppmerksom uppá, hvussu vit tosa um fyribrigdið í almenna orðaskiftinum, heldur hon.

At hava angist bendir á, at summar kenslur eru yvirdrivnar og irrationellar.

Men tað er rationelt at hava negativar kenskur tongdar at veðurlagsbroytingum, heldur hon.

– Eg eri tí ovfarin av, at tað bara er umleið helmingurin, sum sigur seg stúra fyri veðurlagsbroytingum.

Tað er umráðandi, at vit viðurkenna, at tað als ikki er løgið at stúra á henda hátt, heldur hon.

Eta ikki minni av kjøti

Bretsku granskararnir hava funnið út av, at bæði tey, sum stúra fyri veðurlagsbroytingum, og tey, sum vit kunnu siga at hava veðurlagsangist, royna at gera eitt sindur meiri fyri at bjarga veðurlagnum samanborið við onnur.

Hetta snýr seg um at spara orku, keypa brúktar lutir og leiga ella læna lutir í staðin fyri at keypa nýtt.

Í aðrar mátar hevur tað ikki so stóra ávirkan á aðrar partar av lívinum. Til dømis eta tey, sum eru stúrin ella hava angist, ikki minni kjøt, og tey koyra heldur ikki minni í bili.

Góðar ætlanir ikki nóg mikið

Gregersen er ikki ovfarin.

Í grundini hevur stúran ella veðurlagsangist ikki so nógv at siga fyri atferðina hjá teimum, sum hava tikið lut í kanningini, heldur hon.

Hetta kenna granskararnir aftur frá øðrum kanningum.

– Nógv onnur viðurskifti, sum ikki eru partur av kanningini, greiða eitt sindur betur frá, hví mann velur at eta kjøt ella bara keypa endurnýtsluklæði. Til dømis kunnu viðurskifti sum mentan, politikkur og atkoma hava stóra ávirkan á, hvussu vit liva, heldur hon.

Stúran fyri veðurlagsbroytingum og eitt ynski um at gera eitt hvørt skilagott er týdningarmikið grundarlag, men tað er ofta ikki nóg mikið at hava góðar ætlanir, sigur Gregersen.

Kelda: forskning.no

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni