Tíðindi
26.11.2024
Tað var hugstoytt at hoyra barna- og útbúgvingarmálaráðharran svara munnliga fyrispurninginum um sparingar í fólkaskúlanum. Tað er gleðiligt, tá politikarar vísa skúlanum áhuga. Vit, sum starvast í skúlanum, eru ikki í iva um, hvønn týdning fólkaskúlin hevur, men til tíðir kennist tað sum, at politiska skipanin ikki hevur somu fatan sum vit, sum eru um okkara børn og ungu í gerandisdegnum.
Vit eiga at kunna líta á, at politikarar landsins arbeiða fram ímóti tí, sum stendur í samgonguskjalinum. Har stendur millum annað: Skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin. Vit vilja raðfesta flokslæraraleiklutin og styrkja tvílæraraskipan í grunddeild. Vit vilja stytta skúladagin og endurskoða lærugreinabýtið og ynskja at lækka talið av næmingum í hvørjum flokki.
Hvussu ein sparing upp á 4,5 milliónir er í samsvari við samgonguskjalið, kann vera trupult at skilja. Tá so munnligur fyrispurningur var í løgtinginum, vónaði eg at fáa eitthvørt nágreiniligt at vita frá barna- og útbúgvingarmálaráðharranum. Tað, vit fáa at vita, er, hvørjir møguleikar eru, ella hvat tey arbeiða við, men onki ítøkiligt um, hvussu sparingarnar verða greiddar úr hondum.
Eitt nú verður tosað um at lækka tímarnar til miðfirraðu undirvísingina. Miðfirraðu tímarnir eru teir, sum í ein lítlan mun gera tað møguligt hjá skúlunum at skipa undirvísingina. Hetta eru tímar, sum verða latnir skúlum til eitt nú at gera tað møguligt at hjálpa næmingum, sum m.a. nú hava brúk fyri øðrvísi undirvísing í ávísari lærugrein, ella sum í eitt tíðarbil hava brúk fyri nakað av hjálp, fyri lættari at megna at fylgja við tí fakliga í flokkinum. Eisini vera miðfirraðu tímarnir brúktir til serundirvísing, serundirvísingarlig átøk og tvílæraraskipan.
Hetta skúlaárið er játtanin skerd við 1%, og sum tað ljóðar á landsstýrismanninum, so kunnu vit vænta, at hetta økið verður skert enn meiri komandi ár. Aftur hesaferð er tað næmingurin, sum ikki klárar seg væl fakliga, ið merkir sviðan.
Samstundis sum samgonguskjalið sigur, at vit eiga at styrkja tvílæraraskipanina, so verða sparingar gjørdar á júst hesum økinum.
Eisini flokslæraraleikluturin, sum í tvey ár hevur verið raðfestur nakað, verður skerdur komandi ár.
Tað tykist, sum júst tey øki, sum í samgonguskjalinum standa til at skula verða raðfest, nú verða skerd vegna sparingar. Vónandi hevur eitt samgonguskjal so mikið stóran týdning, at tá tað er undirskrivað, so kunnu vit, sum her á landi búgva, hava álit á, at hetta er tað, sum landsins politikarar arbeiða eftir. Mín vón er, at tær sparingar, ið liggja í kortunum, ikki fara at raka skúlanæmingarnar.