Tíðindi
09.12.2015
Undan ráðstevnuni kendi eg bert lutvíst tiltøkini, ið Eysturskúlin skipar. Eg hevði eisini frætt, at aðrir skúlar “eru við”, men tað varð mær beinanvegin greitt, at hetta er eisini ein partur, ið føroyski fólkaskúlin eigur at varpa meira ljós á.
Ofta verður tikið til orðanna, at skúlin skal standa fyri hesum, og skúlin skal standa fyri hasum. Spurningurin er, nær evnið skal takast upp og í hvussu stóran mun “íverksetan og inovatión” skal verða partur av skúlaárinum.
Í eftirmetingini kom fram, at tað er av alstórum týdningi, at politiska skipanin tekur undir við hesum tiltaki – landstýris- og løgtingsfólk hava sína ábyrgd, men júst í hesum parti hevur hugburðurin hjá lokalpolitikkarum eisini nógv at siga.
Hugburðurin til íverksetan kann verða grund undir, at nýbrot henda í bygdini, í Føroyum, ella uttanlands. Burturúr einum hugskoti kann stórt og spennandi úrslit spyrjast burturúr, um umstøður eru at seta í verk røttu tilgongdina.
Men tað er ikki alneyðugt, at næmingarnir skulu mynda nýggjar fyritøkur. Talan kann eins væl verða um at “fylla út” samfelagsligan tørv ella at virðisøkja mentunarligan part í bygdini/býnum. Tað kann eisini síggjast aftur í umhvørvisligum avbjóðingum ella í sosialari inklusión.
Annar týdningarmikil partur í íverksetan er, at at tiltakið kann hava við sær, at næmingar fáa alsk til skúlan. Næmingalagaða undirvísingin kann í onkrum føri hjálpa næmingi, ið sýnist “skúlatroyttur”, at fáa hug aftur til skúlan. Ber læraranum til at kveikja ein íverksetaraneista, kann næmingurin møguliga leita aftur á skúlaslóðina.
Ein orðing eg hefti meg við var: “Íverksetan í skúlanum eigur ikki at vera eitt evnisarbeiði, ella ein evnisvika. Íverksetan eigur at verða hugsað inn í einstøku lærugreinirnar.” Samstundis sum eg meti, at tað ber til at lata næmingar hugsavna seg um íverksetan ávíst tíðarskeið, skilji eg tó týdningin, at vit skulu tora at lata næmingarnar hugsa íverksetan í øllum skúlaárinum.
Men! Fyri at byggja undir næmingaførleikan at “hugsa íverksetan”, er eisini tørvur á at menna fakliga førleikan. Skal næmingurin hugsavna seg um møguleikar innan ávíst evni, er sannlíkt, at næmingurin tekur fram evnið, har hann kennir seg væl – og kennir seg sterkan.
Eg kundi hugsað mær, at áhugaðar skúlaleiðslur og lærarar fingu høvið at kjakast við lokal- og landspolitikkarar um íverksetan innan skúlagátt. Eg hugsi mær, at hetta liggur til Mentamálaráðið at skipa fyri.
Meira um evnið:
http://www.ffe-ye.dk/
http://www.norden.org/sv/aktuellt/nyheter/handlingskraftiga-barn-maalet-med-entreprenoerskap-i-skolan
Við bestu ynskjum
Jákup av Skarði