Tíðindi

Íløgur í læraran løna seg

Tað er ein sannroynd, at íløgur í skúla og útbúgving løna seg; tað bøtir um sosialu støðuna hjá børnum, og tey gerast betur før fyri at taka sær av alskyns avbjóðingum, sum samfelagið býður teimum. Børnini hava rætt til væl útbúnar lærarar og ein væl skipaðan skúla, tí fólkaskúlin hevur so stóran týdning fyri tey, bæði nú og seinni í lívinum. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

07.04.2025

Tað er lykilin, at vit sum samfelag taka avgerðina at gera íløgur í læraran, tí tann góði skúlin er bygdur av væl útbúnum lærarum, ið hava dagførdar førleikar til sítt yrki. Barnarættindasáttmálin hjá Sameindu Tjóðum ásetur eisini, at øll børn hava rætt til skúla og útbúgving, har tey hava umstøður at menna síni evni og førleikar. Væl útbúnir lærarar, sum trívast í sínum yrki, stuðla bæði øktum trivnaði hjá børnunum og møguleikum seinni í lívinum.

Á sama hátt lønar tað seg nógvar ferðir at gera íløgur í útbúgving og skúla; tað bøtir um sosialu støðuna hjá børnum, tey gerast betur fyri at taka sær av alskyns samfelagsligum avbjóðingum. Ein góður skúli og eitt væl útbúgvið fólk bera fleiri ferðir aftur til vælferðina í samfelagnum sum heild.

Ein góður lærari er ein góð byrjan, og vit kunnu skjótt semjast um, at vit hava tørv á væl útbúnum og dagførdum lærarum. Fakligheit hjá læraranum og stabilitetur í skúlanum eru aðaltættir í undirvísingini á øllum stigum, og at gera íløgur í lærararnar, í ymisku táttunum í teirra arbeiði, hevur beinleiðis ávirkan á góðskuna í skúlagongdini hjá børnunum. Íløgur í læraran eru forsømdar í áratíggju; tí er tað umráðandi at gera íløgur í læraran, so tað munar, ongantíð ov skjótt.

Tað byrjar við tí góða læraranum, og tað byrjar eisini við læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini. Ein góð byrjan er hálvt verkið; tí eiga vit at hava eina góða læraraútbúgving við væl skikkaðum læraralesandi. Vit kunnu fegnast um, at vit á hvørjum ári fáa nógvar og góðar umsóknir til læraraútbúgvingina og hava væl skikkaðar undirvísarar, men enn betri var, um neyðugar íløgur vórðu gjørdar í Námsvísindadeildina, so at læraraútbúgvingin eisini kann gerast motorurin í eftirútbúgvingini av lærarum. Lívið sum lærari er hvønn dag at geva frá sær, tí mugu lærarar javnan fáa fylt á fyri at varðveita eitt neyðugt yvirskot, tí mann kann ikki geva av einum undirskoti.

Ein íløga í læraran er ein íløga í børnini og ein íløga í samfelagið, men hvussu ætlar føroyska samfelagið at gera íløgur í framtíðina hjá børnunum? Lærarafelagið er sett saman av røddum hjá lærarum, skúlastjórum og ráðgevum, sum hava valt at útbúgva seg til týdningarmikla, krevjandi og spennandi yrkið sum lærari. Sjálvandi eru ymisk hugskot um, hvussu vit best gera íløgur í læraran og harvið økja um fakligheitina og góðskuna í skúlaarbeiðinum. Skilabesti mátin er, at skúlamyndugleikin finnur fram til loysnir saman við okkum, og at vit saman leggja uppskot til loysnir fram fyri landsstýrið, so at fígging verður sett av til íløgur í læraran.

Børnini hava uppiborið tað besta, sum er tøkt; tað er eisini tankin við stóru Barnaverkætlanini. Tað byrjar við tí góða læraranum, og vit vita, at ein góð skúlagongd økir um trivnað og møguleikarnar hjá børnunum. Fyri at geva børnunum bestu møguleikarnar, mugu vit gera íløgur í læraran, og tað fer eisini at løna seg fleiri ferðir fyri samfelagið sum heild.

Oddagrein í Skúlablað nr 2, 2025, sum kemur í dag.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni