Tíðindi
12.02.2016
Tað er danski stovnurin, DCUM, ið hevur latið gera bókina. Í bókini eru hópin av dømum um, hvussu skúlar í Danmark við góðum úrsliti hava arbeitt við tiltøkum at fremja góðan trivnað millum næmingarnar. DCUM hevur í samstarvi við 50 lærarar, námsfrøðingar og skúlastjórar savnað, valt út og lýst, hvussu arbeitt verður við trivnaði í skúlunum.
Bókin er ætlað sum íblástur til ítøkiligar og brúkiligar hættir í arbeiðinum við trivnaði. Hon vendir sær beinleiðis til teirra, ið arbeiða við trivnaði í barnaskúlanum, tað vil siga lærarar, námsfrøðingar, leiðarar og somuleiðis eisini teirra, ið fyrisita skúlan.
Summi uppskot um tiltøk venda sær mótvegis einstaka næminginum, meðan onnur eru betur egnað til smærri bólkar ella flokkar. Summir hættir lýsa einføld og stutt tíðarskeið, har arbeitt verður miðvíst við trivnaði, meðan onnur røkka yvir longri tíð. Umframt krevja summir hættir góða og neyva fyrireiking, meðan aðrir hættir lættliga og skjótt kunnu verða settir í verk.
Teir 30 hættirnir eru allir bygdir upp á sama hátt. Teir byggja á royndir, sum skúlar um alt Danmark hava gjørt við góðum úrslitum.