Tíðindi

Í Vági duga tey at svimja

Tí at í Vági hava tey havt ein frálíkan svimjihyl í skúlanum síðan 1980. Hylurin, sum menti Pál Joensen til ein av heimsins bestu svimjarum. Svimjarin, sum varð uppkallaður, tí Føroya fyrsti langhylur eitur Páls Høll

27.04.2016

Hetta kundi ljóðað sum reyp. Tað er tað eisini av góðum grundum, tí í Vági sigur tann framasøkni borgarstjórin, Dennis Holm:

- Meini, at kalla øll skúlabørn her duga at svimja. Her er smábarnasvimjing eisini fyri børn undir skúlaaldur.

Eldri parturin av skúlanum í Vági er frá 1951, og tann nýggjari parturin er frá 1979.

Síðan nýggi skúlin, tey rópa, kom, hava tey verið heppin í Vági, tí tey hava havt sera góðar umstøður til at svimja. 25 metrar skúlahylurin er frá 1980. Hann er altso eldri enn Svimjihøllin í Gundadali í Havn, sum er frá 1982.

Grundin til, at tað hevur gingist so væl í Vági við ítróttargreinini svimjing, er, at vágbingar hava havt Pál Joensen og Jón Bjarnason har, og vágbingar hava fingið bygt Páls Høll. Tað er ein sólskinssøga – ikki bara fyri skúlan – men yvirhøvur. Eini 60 børn undir skúlaaldur og upp til 1. og 2. flokk svimja í senn týsdag. Tað vil siga, at hesi børn fáa beinleiðis undirvísing í svimjing umftamt tað, at skúlabørnini brúka sín góða skúlasvimjihyl.

Tað er framvegis av stórum týdningi í Vági, at tann nú gamli 25 metrar langi svimjihylurin sjálvandi verður brúktur sum vant. Hetta er ein svimjihylur, sum er rættiliga væl egnaður til skúlasvimjing, tí hann er grunnur langt út.

Sum eitt kuriosum er vert at nevna, at tað er ótrúligt, at Pál skuldi gerast ein av heimsins bestu svimjarum við at venja og venja í hesum grunna skúlahyli, sum tó hevur sín djúphyl í øðrum endanum.

- Okur hava so havt tað luksus, at okur hava havt svimjihøll alla tíðina síðan 1980, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

- Tað, at okur hava fingið Páls Høll, ger sjálvandi eitt ella annað eyka – altso, eitt betri, størri og nýggjari kompleks, sum fær fólk at hugsa av nýggjum. Okur hava ikki verið í tí støðuni, at okur eru farin frá ongum til nakað stórt.

Í sambandi við tað væl virkandi breytarsamstarvið millum Vágs og Tvøroyrar skúla í eitt nú ítróttarhøpi er upplagt, at teir einastandandi møguleikarnir, sum nú eru við Páls Høll, verða brúktir.

Og tað verða teir.

Avstandur er eingin longur millum bygdirnar í Suðuroynni. Í hvussu so er ikki millum Vág og Tvøroyri.

- Hetta er sum at koyra millum túnini í Havn, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági.


Myndin:
Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, er fegin um at kunna siga, at grundin til, at tað hevur gingist so væl í Vági við ítróttargreinini svimjing, er, at vágbingar hava havt Pál Joensen og Jón Bjarnason har, og vágbingar hava fingið bygt Páls Høll

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni