Tíðindi
26.01.2016
Sunda kommuna roynir at greiða foreldrum frá øllum teimum fyrimunum, sum eru vit at hava ein skúla undir einari leiðslu. Á heimasíðu teirra greiðir kommunan frá, hvørjir fyrimunirnir fara at vera við samanleggingini av skúlunum.
Skúlin við Streymin verður skipaður í tríggjar eindir: Innskúling, miðdeild og hádeild. Skúlin verður ein ársbýttur tveysporaður skúli. Skipað verður fyri tryggum skúlabarnaflutningi til og frá skúla og millum skúla og frítíðarskúla í heimbygdini.
Sama skúlatilboð verður fyri allar næmingar í Sunda kommunu.
Lærarin fer at undirvísa í tí lærugrein, sum hann hevur á linju. Við hesum verður undirvísingin styrkt.
Frá august 2016 fara næmingar í 7. flokki at ganga í hádeildini í Skúlanum við Streymin. 1.- til 6. flokkur fer at ganga í nýggja Skúlanum við Streymin, tá ið hesin er bygdur um áleið 2 ár.
Tónleikaskúli, svimjihylur og ítróttarhøll verður í nýggja skúlanum og verður hetta ein sameindur partur av undirvísingini. Hetta styrkir um tann tónleikaliga og rørsluliga partin av innlæringini.
Við einum størri lærarahópi verður skúlin ikki persónstengdur. Lærarakreftirnar verða gagnnýttar skynsamari og verða savnaðar á einum staði.
AKT-lærarar, SSP-lærarar og heilsusystir eru á skúlanum. Hetta styrkir munandi um samstarvið á hesum týdningarmikla øki.
Serøkið verður miðsavnað og styrkt. Tímarnir verða betri gagnnýttir, so at næmingurin fær eitt betri skipað skúlatilboð.
Foreldur og avvarðandi fáa hervið eitt varandi gott skúlatilboð, sum røkkur inn í framtíðina.
Sunda kommuna