Tíðindi
29.04.2022
Í morgin skulu limirnir í Føroya Lærarafelag taka støðu til, hvør skal manna nevndina í felagnum komandi árið. Tveir limir skulu veljast. Andrea á Rípuni, sum hevur verið næstforkvinna seinastu trý árini, og Tórhallur við Gil, sum hevur verið skrivari í tvey skeið, standa fyri vali. Andrea á Rípuni, sum hevur verið í nevndini fleiri skeið, stillar ikki upp aftur. Tórhallur við Gil bjóðar seg fram aftur, og tað gera fýra onnur valevni eisini. Tey eru – skipað í bókastavarað:
Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi
Augusta Egholm Petersen, lærari í Vestmanna skúla
Eyðbjartur Skaalum, lærari í skúlanum á Argjahamri
Oluf Müller, lærari í Hoyvíkar skúla
Tórhallur við Gil, lærari í Runavíkar kommunuskúla
Formansval er eisini á skránni; tó er tað greitt, at verandi formaður, Jacob Eli S. Olsen, heldur fram komandi trý árini, tí einki mótvalevni er. Jacob Eli S. Olsen hevur verið í nevndini síðan 2015.
Gestarøðararnir í ár vera Anders Bondo Christensen og sum siðvenja er, landsstýrismaðurin við skúlamálum, Jenis av Rana. Anders Bondo Christensen gekk á odda í danska lærarafelagnum í nógv ár; eisini meðan stóru nýskipanirnar vórðu framdar á fólkaskúlaøkinum í 2014, sum høvdu við sær, at lærarar kring alt Danmark løgdu arbeiðið niður í fýra vikur. Hann er tann formaðurin í danska lærarafelagnum, sum hevur sitið longst.
Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag verður 30. apríl á Hotel Føroyum. Árligi limafundurin í Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags verður eisini sama dag.