Tíðindi
24.03.2017
Til nevndina standa Maria V. Hansen, sum er kassameistari í nevndini, og Jákup av Skarði, sum er næstformaður, fyri vali. Maria V. Hansen, sum hevur sitið í nevndini síðan 2007, stillar ikki uppaftur. Tey, sum stilla upp til nevndarvalið, eru Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð í Klaksvík, Rani Skaalum, lærari í Skúlanum á Løgmannabreyt í Hoyvík, og Carl Eli Samuelsen, lærari í Eysturskúlanum í Havn.
Aðalfundurin verður í Skúlanum við Løgmannabreyt, hann byrjar kl. 10.00 í morgin ári. Á skránni er eisini árligi limafundurin í Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags.
Fundarskráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins.
Gestarøðaðar í ár verða Rigmor Dam, landsstýriskvinna við skúlamálum, og Sigri M. Gaini, lærari og cand. ped. í heimspeki.
Savnsmynd av Skúlanum við Løgmannabreyt: Rói Jacobsen