Tíðindi
05.04.2019
Nevndarlimirnir, sum standa fyri vali hesa ferð, eru Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Jona Højsted; tey eru lærarar ávikavist í Eysturskúlanum í Havn og Skúlatrøð í Klaksvík. Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Jona Højsted bjóða seg fram aftur, og umframt bjóða Jákup av Skarði, fyrstilærari í skúlanum í Nolsoy, og Tórhallur við Gil, lærari í Runavíkar kommunuskúla, seg eisini fram.
Formaðurin síðstu 8 árini, Herálvur Jacobsen, stillar ikki uppaftur. Eittans valevni er til formanssessin, tað er Jacob Eli S. Olsen, sum hevur verið næstformaður.
Gestarøðarar verða Páll Isholm, rektari á Studenta- og HF-skúlanum á Kambsdali, og Hanna Jensen, landsstýriskvinna við skúlamálum.
Vanliga taka um 150-200 lærarar lut á aðalfundinum; í ár hava 340 teknað seg, og tað svarar til umleið helvtina av limunum, sum arbeiða í fólkaskúlanum.
Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum.
Á myndini er núverandi nevnd avmyndað.