Tíðindi
21.10.2022
Fyrr kundi fólkaskúlaskipanin í stóran mun byggja á mannagongdir, siðvenjur og vanahugsan. Broytingarnar í samfelagnum, sum rukku inn um skúlagátt og kravdu, at broytingar skuldu gerast, komu fyri, men als ikki so tíðum sum í dag. Í dag er stutt millum broytingarnar, og nógv viðurskifti eru, sum ávirka gerandisdagin í skúlanum. Hetta ger, at starvfólk skúlans standa oftari og oftari í støðum, har viðurskiftini mugu umhugsast, umskipast ella tillagast.
Endamálsorðingin í fólkaskúlalógini er hin sama. Kósin er ikki broytt, men grundarlagið er ófriðarligari. Føroyska samfelagið í dag er eitt broytingarsamfelag, ávirkað av innanhýsis og altjóða rákum. Tað er, sum um at samfelagið er flutt av grønum vølli út á havsins bylgjur. Ongantíð í frið. Hetta setur krøv til skúlan, sum skal halda kós á gjálvuta grundarlagnum. Skúlaskútan kastast á ymsar kjálkar. Stundum í tungari aldu. Stundum í brotasjógvum. Fyri at halda kós, trívast og fáa gjørt dagsins gerning mugu leiðslur, starvsfólk, næmingar og foreldur duga at tillaga seg. Duga at broyta og halda fast.
Javnvágin, sum skal til, fast við at vera klár, danda við og halda kós. At standa í stað ger, at ein stendur óstúttur, at leika í ger, at ein er ótryggur, men at fremja neyðugu rørslurnar ger, at ein er í javnvág við yvirskoti og arbeiðshegni.
Sjómenn ganga umborð sum á sløttum sandi. Teir hava gjøgnum eitt lív á sjónum vant seg til eitt gongulag og eina atferð, sum kenst teimum natúrlig, og sum verður framd av handahógvi. Starvsfólk fólkaskúlans eru noydd at venja seg á sama hátt. Venja seg við, at róligar tillagingar eru neyðugar fyri at fremja arbeiðið til lítar. Og viðhvørt, tá ið brotasjógvur er, at halda fast og kanska bróta upp av nýggjum.
Skúlin hevur tørv á at vera í javnvág, skal hann vera mennandi og tryggur. Myndugleikarnir mugu tí ansa eftir, at teir ikki gloypa øllum rákum, sum fyri kjafti reka. Neyðugt er at lurta, vera framskygdur og umhugsin, tá ið mælt verður til, hvat broytast skal. Neyðugt er at sjóseta átøk, sum eru væl undirbygd, og sum geva meining fyri skúlan og kósina, skúlin skal halda.
Mangan koma broytingar, sum einki beinleiðis samband hava við myndugleikaboð at gera, men sum merkjast í stóran mun innan skúlagátt. Skúlaaftran er eitt dømi. Ov nógv skíggjanýtsla eitt annað. Tá er týdningarmikið, at myndugleikin lurtar eftir starvsfólkum, sum eru tætt at næmingunum, og tekur neyðarróp av gólvinum í álvara. Alt ov ofta fæst kenslan av, at ikki verður lurtað, og høvur verður stungið undir vong heldur enn, at brett verður upp um armar. Meðan vit bíða, sleppa fleiri tungar løtur at festa rót.
At skipa mótrák, tá viðurskifti eru skeiklað, ber til. Fyrr sóu fólk bert súkkluhjálmar, tá ið tey roykjandi hugdu í sjónvarp. Í dag síggja tey súkkluhjálmar á hvørjum høvdi, meðan tey skelvandi standa uttanfyri og roykja, ella tá tey renna.
At menna ungdóm í dag krevur tillagingar, umhugsni, skipað mótrák, og ikki minst lurtandi at velja rætt til og frá. Tað er ikki lætt hjá skúlanum at ganga í javnvág á gjálvuta grundarlagnum.
Klumma í Skúlablað nr 5, 2022, sum júst er komið.