Tíðindi
15.12.2022
Læraratrot er í fleiri Norðurlondum í løtuni. Tað er meira enn trupult at manna lærarastørvini við útbúnum lærarum, og natúrliga avleiðingin av hesum er, at onnur enn læraraútbúgvin verða sett í lærarastørvini. Danmark er eitt gott dømi. Har er trupulleikin ikki, at teimum vantar útbúnar lærarar, men heldur at útbúnu lærararnir velja at arbeiða aðrastaðni enn í skúlanum.
Tað, sum allarhelst setti ferð á hesa keðiligu gongd í Danmark, var sonevndi skúlareformurin í 2014. Hesin reformur ella broyting nærum kollvelti alla skúlaskipanina, sum hon var, og eftirtíðin hevur víst, at nýggja skipanin hvørki gagnaði næmingum ella lærarum. Síðani hevur verið roynt at vent aftur til okkurt, sum líktist tí, sum var fram til 2014, men tað hevur ikki verið lætt.
Arbeiðsumstøðurnar hjá lærarunum í danska fólkaskúlanum fingu við skipanini frá 2014 eitt álvarsligt skot fyri bógvin, og nógvir lærarar vistu sær ikki onnur ráð enn at rýma úr fólkaskúlanum og finna sær annað starv enn lærarastarvið, sum teir annars vóru útbúnir til. Og nógvir av hesum lærarum eru framvegis ikki komnir aftur til lærarastarvið. Hetta er nokk ein høvuðsorsøk til læraratrotið í Danmark.
Soleiðis er støðan ikki í Føroyum, í øllum førum ikki enn. Í Føroyum hava vit útbúnar lærarar í øllum lærarastørvum, tíbetur.
Tað merkir tó ikki, at trýst er á lærarunum í føroyska fólkaskúlanum. Tí tað er tað, støðugt. T.d. eru lærarar í Føroyum seinastu árini so líðandi trýstir til at undirvísa meira, og tíðin til ráðlegging hjá hvørjum einstøkum lærara er samstundis eisini minkað. Tað er eisini skjótt at staðfesta, at slík átøk ikki verða framd, tí ynskið er at bøta um undirvísingarumstøðurnar hjá lærarum og at menna undirvísingina.
Nei, politiski myndugleikin ger hetta við eittans endamáli, og tað er at spara pengar. Tíverri verður alt ov ofta bara hugsað í krónum og oyrum, og undirvísing og arbeiðsumstøður hjá lærarum tykjast bara at vera ein viðfáningur.
Spurningurin er so, hvussu nógv politiski myndugleikin vil trýsta sitrónina. Lukkutíð eru vit í Føroyum ikki í somu støðu sum hini Norðurlondini við læraratroti, men gongdin er ikki so hugalig. Tað sigur seg sjálvt, at tað tænir ongum, um støðan í Føroyum gerst so álvarslig, at lærarar fara at kenna seg noyddar at finna sær starv aðrastaðni enn í skúlanum, tí arbeiðsumstøðurnar gerast ov vánaligar. Vit eru tíbetur ikki komin í ta støðu enn, og vónandi fer at glógva onkrastaðni í politisku skipanini, soleiðis at avvarðandi skúlamyndugleiki fer at vera ein viðspælari heldur enn mótspælari.
Tað er kortini gott og gevandi at arbeiða sum lærari í føroyska fólkaskúlanum, sjálvt um tað viðhvørt kann tykjast, sum skúlin ongan góðan eigur.
Ein høvuðsorsøk til hetta er, at í lærarastarvinum er ein bulur, ið tryggjar, at lærarin hevur góðar møguleikar at fyrireika sína undirvísing. Her verður sjálvandi hugsað um egintíðina, sum er tíðin, sum tryggjar læraranum tíð at fyrireika sína undirvísing, nær hann vil, og ikki minst hvar hann vil. Hjá mær er yvirhøvur eingin ivi um, at hendan tryggjaða fyrireikingartíð er ein av súlunum undir lærarastarvinum. At lærarar í Føroyum enn hóra undan hóast stórt trýst og framvegis vilja starvast í fólkaskúlanum, er ikki minst egintíðini at takka. Hon gevur lærarum eitt ávíst frælsi í einum annars sera krevjandi starvi, og tað er ikki at forsmáa.
Sjónarmið, sum hevur staðið í Skúlablað nr 6, 2022.