Tíðindi
20.01.2025
Í fólkaskúlanum eru ymiskir skúlar, sum allir hava sínar dygdir. Allir arbeiða sjálvandi eftir endamálsorðing fólkaskúlans og eftir umstøðunum, sum eru á staðnum. Summir skúlar eru stórir, aðrir miðalstórir og nakrir lítlir. Felags fyri allar er, at teir hava okkurt gott at bjóða næmingunum og gera sítt besta fyri, at næmingarnir læra og trívast.
Tað er gott at hava hetta fjølbroytnið í skúlunum. Sjálvt um stórur partur av virkseminum og undirvísingini er lógartongdur, ber eisini til hjá skúlunum at leggja dent á okkurt serligt. T.d. hevur ein stórur skúli kanska onkrar møguleikar, sum ein lítil skúli ikki hevur, og hinvegin hevur ein lítil skúli óivað onkrar møguleikar, sum ein stórur skúli ikki hevur.
Tað er eisini gott, at tað javnan verður kjakast um fólkaskúlan og viðurskifti, sum hava við hann at gera. Tað vísir bara, at fólk vita, hvussu týdningarmikil fólkaskúlin er, og vilja, at hann skal vera so góður, sum til ber. Sjálvandi eru fólk ymisk á máli um ymisk viðurskifti, og soleiðis skal tað vera. Felags útgangsstøðið er tó, at so at siga øll børn í Føroyum ganga í fólkaskúla, og tí er eisini givið, at øll vilja, at fólkaskúlin hevur so góð kor sum gjørligt. Tað er ein íløga, sum veruliga loysir seg.
Sum á so nógvum øðrum økjum eru eisini avbjóðingar í fólkaskúlanum. Viðhvørt stendur á, og lærarar leggja nógv fyri, tá ið berast skal so í bandi, at allir næmingarnir læra og hava tað gott. Tað er ikki altíð lætt, men sum oftast eydnast tað væl.
Vit hava í løtuni ein góðan og fjølbroyttan fólkaskúla, har næmingar saman við góðum lærarum læra, mennast og trívast. Einki hendir kortini av sær sjálvum, og tí er neyðugt, at fólkaskúlin altíð fær so mikið góðar umstøður, at tað ber til at liva upp til krøvini. Tað merkir, at politiska skipanin í verki raðfestir fólkaskúlin frammarlaga. Tað er til gagns fyri øll.
Tað er gott at vera í fólkaskúlanum, og tað skal tað eisini vera fyri næstu ættarliðini.