Tíðindi
06.12.2016
Úrslitið av PISA-kanningini, sum næmingarnir í 9. flokki skúlaárið 2014-2015 tóku lut í, verður almannakunngjørt í morgin, 6. desember. Níggjundafloks næmingar í Føroyum hava tikið lut í PISA fýra ferðir áður; fyrstu ferð var ein undankanning, men tað er ymiskt, hvussu nógv hevur verið gjørt burtur úr at greina úrslitini. Hesa ferð verður væl gjørt burturúr.
- Ein leiðslubólkur er settur, og uppgávan er at gera eina djúptøkna greining av úrslitunum hesa ferð, sigur Óli Jákup Joensen, fulltrúi á Próvstovuni í Mentamálaráðnum.
PISA-kanningin var gjørd í mars 2015; skúlaárið 2014-2015 gingu 698 næmingar í 9. flokki; minsti skúlin hevði 1 næming í 9. flokki og tann størsti 99 næmingar. Í smærri londum so sum Íslandi og Føroyum luttaka allir næmingar úr 9. flokki.
Kanningin verður gjørd samstundis í 65 londum. Almannakunngerðin av PISA-úrslitunum verður samstundis í øllum londunum, sum luttaka í PISA-kanningini.
Í PISA, sum nú verður lagt fram, var høvuðsdenturin lagdur á náttúruvísindi. Ein nýggjur táttur, nevndur CPS (Collaporative Problem Solving), var partur av kanningini. Á føroyskum: At samstarva í felag um at loysa eina uppgávu. Einstaki næmingurin skuldi í einum tykisrúmi (virtuellum rúmi) kjatta við ein “persón” í forritinum á geymanum. Nakað, sum næmingurin longu kennir til frá ymiskum telduspølum.
Næsta PISA-kanning verður í 2018.