Tíðindi
08.11.2016
Hugskotið um skúlastýri er sprottið úr donsku fólkaskúlalógini. Í Danmark umsita kommunurnar fólkaskúlan burturav. Hjá okkum er umsitingin tvíbýtt millum land og kommunur. Hetta ger tað uttan iva fløktari hjá skúlastýrunum at virka.
Tíverri tykist tað sum at áhugin fyri skúlastýrunum er minkandi; nógva staðni hevur staðið á at fáa fólk á listarnar. Ein orsøk er vantandi kunning um arbeiðið í skúlastýrinum, heldur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.
- Uppgávan at kunna um skúlastýrisarbeiðið liggur bæði á Mentamálaráðnum sum evsta myndugleika á skúlaøkinum, men eisini á skúlaleiðslunum og kommununum. Umframt kunningina haldi eg, at tørvur á, at tey, sum verða vald í skúlastýrini, fáa eitt ella annað slag av skúling í, hvør uppgáva teirra er. Foreldur eru leikfólk á økinum, og tað er nógv at vænta, at tey hava skil og fortreytir at meta um alt tað, sum tey skulu viðgera sambært reglunum.
Í fólkaskúlalógini § 50-53 verður greitt frá skipanini við skúlastýrum:
http://www.mmr.fo/arbeidsoki/utbugving-og-gransking/folkaskulin/skulastyri/
Í kunngerð um arbeiðið í skúlastýrinum:
http://logir.fo/Kunngerd/86-fra-06-10-2008-um-at-velja-foreldraumbod-i-skulastyri-og-kommunustyrisumbod-i-felagsskulastyri
Hoyrið samrøðu við Herálv Jacobsen í Kringvarpinum seinasta hósdag:
http://kvf.fo/netvarp/uv/2016/11/02/ta-er-sera-ringt-manna-sklastrini
Lesið samrøðu við Herálv Jacobsen:
http://www.skulabladid.fo/fo-FO/Uppg%C3%A1van-hj%C3%A1-sk%C3%BAlast%C3%BDrinum-ikki-n%C3%B3g-grei%C3%B0.aspx