Tíðindi
24.01.2025
Íløgur í útbúgving er íløgur í menniskju. Hetta liggur til grund fyri at hava ein dag um árið, sum er halgaður at viðurkenna týdningin, sum útbúgving hevur. ST hátíðarheldur 24. januar fyri at viðurkenna stóra týdningin, sum útbúgving hevur fyri menning og frið kring allan heim. Útbúgving ger tað møguligt hjá børnum at koma úr fátækdømi til eina betri framtíð. Taka vit ikki útbúgving við sum grundleggjandi part í samfelagsbygnaðinum ber ikki til at fáa javnstøðu millum kyn ella sleppa undan fátækdømi.
Norðurlond taka sjálvsagt undir við hugsanini hjá Sameindu tjóðum, tá ið talan er um týdningin av útbúgving. Norðurlond eru kend fyri at leggja stóran dent á útbúgving á øllum stigum, og nógvir sáttmálar eru gjørdir, sum staðfesta hetta, eitt nú Agenda 2030 og Parisavtalan. Norðurlond eru tó ikki altíð samd um, hvussu útbúgvingarskipanirnar best verða mentar. Útbúgving er eitt sera samansett øki, og tað eru nógvar ymsar tilgongdir og vegir at tryggja eina góða útbúgvingarskipan, sum varpar ljós á dygd.
Í Føroyum er ikki nógv gransking í skúlaviðurskiftum. Tað er tað hinvegin í hinum Norðurlondunum. Har er tó eisini ein broyting farin fram. Finnland er ikki líka frammarlaga, sum tað hevur verið, tá ið talan er um gransking og útbúgving. Svøríki hálar seg nú inn á Finnland. Noreg er í dag – sambært OECD – fremsta landið í Norðurlondum, tá ið talan er um gransking og útbúgving.
Útbúgving er ein mannarættur, men eisini ein almennur fráíhjárættur og almenn ábyrgd. Tá ið ST í 2015 ásetti heimsmálini fyri burðardygga menning, var útbúgving eitt av evnunum. Tú kanst lesa meiri um hetta á undirvísingarportalinum snar.fo https://snar.fo/heimsmal/undirvisingargongdir-til-oell-heimsmalini/heimsmalini-bytt-upp-i-4-tema
Útbúgving krevur góðar lærarar og góðar skúlaleiðarar. Hesum arbeiða fakfeløgini hjá øllum lærarafeløgum við, eisini Føroya Lærarafelag, sum ótroyttiliga arbeiðir til frama fyri góða skúlanum og dygdargóðari útbúgving til øll børn hvønn dag.
Keldur:
https://www.un.org/en/observances/education-day
https://unric.org/da/24-januar-international-uddannelsesdag/