Tíðindi
07.09.2022
Løgtingsmaðurin spyr:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at biðja um játtan, sum krevst til at reka vikartímakvoturnar og m.a. kravið um dupultlæraraskipan í ítrótti í fólkaskúlanum?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at endurskoða heildartímajáttanina til fólkaskúlan, sum ikki er endurskoðað í áratíggju?
Í viðmerking til spurningin vísir løgtingsmaðurin til samrøðu á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, har landsstýrismaðurin hartar skúlar og starvsfólk skúlans fyri at nýta miðfirraðar tímar til tvílæraraskipan í m.a. ítrótti.
- Landsstýrismaðurin vísir í útsøgn síni á, at miðfirraðir tímar ikki skulu nýtast til annað enn tað, teir eru ætlaðir til. Tað er m.a. at hjálpa næmingum, sum hava serligar avbjóðingar í dagligu skúlagongdini. Tá krøvini frá myndugleikunum eru, at tað m.a. skulu vera tveir svimjilærarar til ein flokk oman fyri 15 næmingar, og at 2 % av samlaðu heildartímajáttanini til skúlan skal vera vikartímapulja, kann tað vera ein avbjóðing, at miðfirraðu tímarnir ikki skulu brúkast til hetta. Í dag eru dømi um, at skúlar noyðast at brúka hesar tímar til m.a. vikartímar, tí annars er trupult at reka skúla eftir lógini. Heildartímajáttanin hevur ikki verið endurskoðað í áratíggju. Um miðfirraðir tímar ikki skulu nýtast til annað, enn teir eru ætlaðir, er ein møguleiki at hækka heildartímajáttanina.