Tíðindi

Átøk nú skúlastýrisvalið nærkast

Í november verður val til skúlastýrini kring landið. Nevndin fyri Heim & Skúla heitir á øll skúlastýri og skúlaleiðslur um at kunna væl á skúlunum og í heimunum um valið.

15.06.2016

Felagið mælir eisini skúlastýrunum til at skipa fyri almennum kunnandi fundi um skúlastýrisarbeiðið, so áhugað at stilla upp kunnu fáa betri innlit, og foreldur kunnu hoyra, hvat krevst av einum skúlastýrislimi. Nevndin fer at skipa fyri einum kveikjandi tiltaki stutt eftir summarfrítíðina fyri verandi og møguligar komandi skúlastýrislimir. Endamálið er at fáa kjak í lag um endamálið við foreldraumboðan í skúlastýrunum og á praktiska skúlastýrisarbeiðið.

Nevndin í Heimi & Skúla hevur samskift við Mentamálaráðið um royndirnar, sum felagið og ymsu skúlastýrini hava við skipanini farnu árini. Tey meta út frá hesum og ymsum royndum aðrastaðni, at skipanin treingir til at verða eftirmett og dagførd á fleiri økjum. Eftir fund við Mentamálaráðið í februar hevur nevndin arbeitt ítøkiligari við at seta orð á tankar og ynskir. Skriv er sent Mentamálaráðnum um málið í mai. Nevndin roknar við framhaldandi samskifti við Mentamálaráðið um spurningin.

Nevndin í Heimi & Skúla hevur á fyrsta nevndarfundinum skipað seg soleiðis: Annika Sølvará, forkvinna, Justin Philbrow, næstformaður og kassameistari, Mildrid á Lógv, skrivari, Olgar Mortensen og Súsanna Bertholdsen, nevndarlimir. Tey umboða skúlar í Tórshavn, Toftum, Klaksvík, Vági og Tvøroyri. Samband fæst við nevndina á heimogskuli@gmail.com og umvegis Facebook vanga felagsins.

Á myndini Annika Sølvará, sum heldur fram sum forkvinna í felagnum Heimi & Skúla.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni