Tíðindi
14.12.2015
Olav Absalonsen hevur eina grein um, hvussu lærugreinin virkisbúskapur er broytt frá áttatiárunum til nú. Hetta er søgan um eina lærugrein, sum hevur havt næstan 20 nøvn hesi árini.
Tórður Johannesarson hevur skrivað eina grein um toymisarbeiði og fundir. Nógvir lærarar hava ta áskoðan, at gott toymisarbeiði er bygt á nógv fundarvirksemi. Tórður setir spurnartekin við hesa fatan.
Í løtuni taka nakrir lestrarvegleiðarar masterútbúgving í vegleiðing, sum varð boðin út á fyrsta sinni í 2013. Elisabeth Holm hevur skrivað um útbúgvingina.
Viðtal er við íslendskan lærara, sum undirvísir á einum miðnámsskúla í Reykjavík. Blaðið liggur á heimasíðu handilsskúlans.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson