Tíðindi

Ársverkið verður endurskoðað

Arbeiðstíðin hjá lærarum skal í størstan mun fara til undirvísing og fyrireiking, og ikki til bókhaldarí, sum løgtingskvinna vil vera, at nógv tíð fer til

28.01.2016

Saman við Føroya Lærarafelag fer landsstýriskvinnan við skúlamálum, Rigmor Dam, nú at seta í gongd eina endurskoðan av ársverkinum hjá lærarum; hetta segði hon í tinginum í november í sambandi við munnligan fyrispurning frá Sonju Jógvansdóttir, løgtingskvinnu, sum spurdi, um landsstýriskvinnan hevði nakra ætlan um at taka ársverkið av og geva lærarum fríari ræsur at leggja arbeiðið til rættis og fáa meiri tíð til undirvísing í staðin fyri bókhaldarí.
- Ársverkið er nú roynt í nógv ár, og spurningurin er, um tíðin er búgvin til at endurskoða tað. Saman við Lærarafelagnum kundi eg hugsað mær at farið undir at smíða eina nýggja og smidliga arbeiðstíðaravtalu, har skúlar, leiðsla og lærarar í størstan mun kunnu leggja sær virksemið til rættis, frá skipan av skúlaárinum til menningarvirksemi. Málið skal vera, at lærarar og leiðslur sleppa at ráðleggja samlaða virksemið í skúlanum, tí skal ein endurskoðað arbeiðstíðaravtala vera so einføld sum gjørligt, so gjøgnumskygd og so løtt at brúka og fyriskipa sum til ber.

Landsstýriskvinnan segði, at arbeiðstíðaravtalan ikki eigur ikki at vera eitt amboð hjá Mentamálaráðnum at stýra ella hava eftirlit við skúlunum við, men eitt amboð hjá leiðslunum at stýra undirvísingarliga virkseminum í skúlunum.
- Hetta virksemið er ógvuliga umfatandi og fevnir um alt fleiri uppgávur og um allar uppgávur skúlans og lærarans. Tí er neyðugt at gera eina arbeiðstíðaravtalu, sum megnar at brúka av øllum hesum, so dygdin og trygdin í samlaða avrikinum hjá skúlunum er best. Verandi arbeiðstíðaravtala avmarkar frælsið hjá lærarum og leiðslum at skapa tann skúlan, teir ynskja. Tí ynski eg at fara undir eina tilgongd, har vit fáa eina fríari og meiri tíðarhóskandi arbeiðstíðaravtalu fyri lærarar og leiðslur skúlans, segði Rigmor Dam.

Arbeiðstíðaravtalan hevur sum so einki við ársætlanir og royndir at gera. Hesar kunnu tí verða settar í verk ella tiknar burtur leyst av arbeiðstíðaravtaluni.
- Einki nýtt er í, at lærarar gera ætlanir, tað hava teir altíð gjørt. Spurningurin er, hvørjum tú gert ætlanina fyri. Kravið um ársætlan er helst íkomið, tí mann ynskir at lærarar grundgeva fakliga fyri sítt virksemi. Men spurningurin er um ikki læraratoymið, sum nógvir skúlar brúka í dag, er við til at tryggja ta dygd og tað fjølbroytni, sum vit ynskja av skúlanum, ikki minst menning og nýskapan.

Landsstýriskvinnan vísti til samgonguskjalið, har tað stendur, at royndir og eftirmetingar fara at verða endurskoðaðar.
- Vit fara ikki at brúka tíð og orku hjá skúlunum til royndir, kanningar og eftirmetingar, um hesar bara kennast sum eftirlit og ikki hava við sær eitt betri skúlatilboð. At framleiða dygdargott tilfar at kanna børnini tíðliga fyri til dømis lesi- og rokniførleikar er ein gongd leið. At geva granskarum atgongd til kanningar og landsroyndir er eisini eitt stig á leiðini at menna skúlan. Allur framburður skal taka støði í tí vitan, vit hava um okkara føroyska skúla, eitt nú ígjøgnum námsfrøðiliga gransking.

Í viðmerking til fyrispurningin segði Sonja Jógvansdóttir, at endamál fólkaskúlans má síggjast aftur í, hvussu lærarar sleppa at skipa undirvísingina, hvussu frælsir teir eru at leggja til rættis eftir næmingunum, og hvussu undirvísingin gongur. Skúlaleiðslurnar mugu eisini hava frælsi at leggja til rættis arbeiðið á skúlunum.
- Seinastu árini hevur innan skúlans gátt verið eitt rák um meting, eftirlit og hópin av royndum. Hetta er í greiðari andsøgn við ta annars rúmligu fólkaskúlalógina og tað undirvísingarfrælsið, sum fólkaskúlalógin leggur upp til. Við ársverkinum, sum varð innført um aldarskiftið, komu nýggjar ásetingar um arbeiðstíðir, og lærarayrkið og yrkið hjá skúlastjórunum gjørdust í størri mun bókhaldarí. Øll skuldu jú uppfylla treytirnar um teir 1800 tímarnar, og ymiskt er, hvussu gjørt verður upp.
- Seinni eru eftirlitini til skúlaleiðslur og einstaka læraran herd, nú lærarum er álagt at gera og lata skúlaleiðslunum ársætlan fyri flokkin, ársætlanir fyri lærugreinina og undirvísingargongdir í einstøku lærugreinunum. Eisini verður nógv orka nýtt til landsroyndir og Pisa.
- At síggja til er hetta møguliga skilagott, men í veruleikanum ger hetta, at lærarar fáa alt ov lítla tíð at savna seg um kjarnuvirksemið – nevniliga undirvísing – tí ov stórur partur av tíðini má nýtast til bókhaldarí, at lýsa hvat tú ætlar at gera og til undirvísing málrættað at royndum. Allar kanningar av fólkaskúlunum vísa, at bestu skúlarnir eru teir, sum hava rúmsátt endamál, víðar ræsur og frælsi hjá undirvísaranum at leggja til rættis.

Mynd: Rannvá Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni