Tíðindi
09.11.2023
Eitt lesiátak kann vera at at skipa lesiløtur, at gera ein bókavarða, at seta bókasavnsvitjanir á skrá, at gera sjónleik, sang ella annað burtur úr søgum, evnisdagar um yndissøgur ella okkurt heilt annað. Bara hugflogið setur markið. Endamálið er at gera lesingina stuttliga.
Eingi krøv eru fyri at luttaka, og vit vóna, at so nógvir stovnar og skúlar sum gjørligt vilja luttaka.
Freistin at lata inn frágreiðing og myndir, sum lýsa átakið, er 1. mai 2024. Vinnarin verður kosin 1. juni.
Vinn 3 x 5000 krónur!
Try trý vinnandi hugskotini vinna 5.000 krónur hvør. Vinnararnir kunnu vera ein stova, ein flokkur, ein bólkur ella ein stovnur. Tað er sjálvt hugskotið, sum vigar mest.
Dómsnevndin er mannað av námsfrøðingi, bókavørði, lesivegleiðara og umboðum fyri Føroyar lesa.
Soleiðis gera tit
Hvør luttakandi bólkur skal lata inn eina frágreiðing um átakið. Frágreiðingin skal lýsa átakið við orðum, myndum og møguliga filmsbroti, sum vísir, hvussu átakið var skipað. Ynskiligt er, at endamálið við átakinum er greitt, og at børn og næmingar hava verið virkin í átakinum.
Øll innkomin hugskot verða savnað í hugskotsbanka hjá Føroyar lesa.