Tíðindi

Ársdagur kt-varðanna!

Enn kunnu vit staðfesta, at vit eru eftirbátar. Fólkaskúlin átti at staðið fremst í talgildum átøkum, men vit hoppa eftir øllum møguligum faktorum at vita, hvussu vit best sløkkja eldar.

20.01.2017

Í løtuni snýr kjakið seg alt ov nógv um, at foreldur stýra ikki tøknini við hús, og tí skulu skúlarnir minka um sína talgildu undirvísing - skil tað, tann, ið skilja vil.

Á Fróðskaparsetrinum eiga Erla og Vár stóra tøkk fyri kanningina. Tað er framúr gott, at Fróðskaparsetrið hevur møguleika at lata fólk kanna støðuna. Vónandi verður tikið samanum og sett út í kortið, at kanningin fevnir um alt skúlaverkið - og dregur inn kt-vørðirnar.

Hvørja hugsan hava:

    •    næmingar,
    •    lærarar,
    •    kt-vørðir,
    •    leiðslur,
    •    foreldur,
    •    skúlastýrið
    •    og kommunurnar
    •    ...til einar talgildar Føroyar?


KT-varðafelagið hevur fyri mongum árum síðani skotið upp, at allir lærarar skúlans fingu farteldu og skeið í teimum talgildu átøkum, ið Mentamálaráðið setir út í kortið.

Nú er ov seint!
...ella næstan.

KT-varðafelagið er undirfelag undir Føroya Lærarafelag. Hetta hevur við sær, at nevndin hevur fingurin á pulsinum, hvørjar avbjóðingar eru, samstundis sum sjálvbodni áhugin eisini lýtir framá.

Nú er ein hóskandi spurningur til NÁM og MMR:
“Hvussu ynskja tit at tryggja, at FirstClass-samskiftið onkunsvegna er lív lagað í O365?”

Mong kolldømdu FirstClass. Einki riggaði. So var einki netsamband. O.s.fr.

Men hvar eru vit nú? Hvar er tøknin, ið tryggjar næmingum, lærarum, kt-vørðum, leiðslum, foreldrum, skúlastýrum og kommunum, at øll eru í einum navngivnum samskifti?

Ein lítil áheitan: Lat ikki alt fara á opið og dulnevnt út á Facebook.

Gott nýggjár!

Jákup av Skarði, formaður í KT-varðafelagnum


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni