Tíðindi

Álitisfólk hittast á Svangaskarði

Í morgin hósdagin 3.apríl hevur Føroya Lærarafelag skeið fyri álitisfólkum felagsins.

02.04.2025

Álitisfólkaskeiðið byrjar tíðliga hósmorgunin við morgunmati. Skráin er rættiliga fjølbroytt við ymiskum evnum, ið fara víða. Fyrst á skránni er gjøgnumgongd av vegleiðandi mannagongdum, tá ið talan er um harðskap, hóttanir, ágang og at koma aftur til arbeiðis eftir strongd.

Nýggja kunngerðin um atferðarreglur og reglur fyri fartelefon í skúlanum er eisini evni, sum verður viðgjørt; álitisfólk hava møguleika at greiða frá, hvørjar reglur eru galdandi í skúlanum, tey arbeiða.

Pensjón og bólkatrygging hjá Betri Pensjón er næst á skránni, og fólk hava høvi at tosa nærri um ársyvirlitið frá Betri. Limirnir hava í hesum døgum fingið ársyvirlit fyri sínar tryggingar og pensjón. Eftir miðmála verður vitjað í Tofta skúla, har skúlastjórin Durita Jakobsen tekur ímóti.

Sum vera man verða ætlaðu broytingarnar í fólkaskúlalógini viðgjørdar. Eisini kunngerðin, sum er í umbúna at seta í gildi um sálarliga arbeiðsumhvørvið, verður viðgjørd.

Føroya Lærarafelag hevur nýggja heimasíðu í gerð og kunnað verður um hana.

Sáttmálasamráðingar og protokollat verða eisini umrøtt, og kunnað verður um onnur mál. Tikið verður samanum dagin klokkan 15.30.

Myndin er frá aðalfundinum hjá Lærarafelagnum í fjør.  

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni