Tíðindi
20.04.2016
Fyrst vil eg takka fyri ein siðiligan og friðarligan aðalfund. Og takk fyri álitið, at eg kann halda fram í nevndini næstu tvey árini. Sum undanfarnu aðalfundir hjá Føroya Lærarafelag, so var landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, gestarøðari. Tað er altíð verða áhugavert at hoyra tankarnar og ætlanirnar hjá landsstýrisfólkinum í mentamálum um fólkaskúlan. Samgonguskjalið segði ikki so nógv um ætlanirnar hjá samgonguni um fólkaskúlan. Tá hetta var fyrsti aðalfundur, síðan samgongan var skipað, var tað serliga áhugavert at hoyra, hvørjar tankar landsstýriskvinnan hevur um fólkaskúlan.
Av tí sum landstýriskvinnan førdi fram, festi eg meg serliga við samanumtøkuna. Hon segði seg millum annað vóna, at skúlarnir í størri mun, í hvør sínum lagi, fáa rúmligari ræsir at skapa tann góða skúlan, at fólkaskúlin kom burtur frá detail- og sentralstýring og at samstarvið hjá Mentamálaráðið við skúlarnar og Lærarafelagið bygdi álit í størri mun enn eftirlit.
Seinasta skúlaár vóru fleiri nýggjar ásetingar frá Mentamálaráðnum um virksemisætlanina hjá lærarum. Á aðalfundinum førdu lærarar og leiðslur fram, at nakrar av hesum ásetingum høvdu víst seg at vaksa um sentralstýringina og høvdu skatt álitið á Mentamálaráðið. Skúlastjórar vístu eisini á, at arbeiðið at skipa virksemisætlanirnar hjá lærarunum hetta skúlaárið var truplari enn undanfarin ár. Tað var trupulari hjá stjórunum at skapa tann góða skúlan, ið teir ynsktu.
Ein av ásetigunumn var um ansingina í matarsteðginum, frá at fáa 15 minuttir fyrr, fara lærarar bert at fáa 5 minuttir fyri ansing í matarsteðginum. Hendan broytingin var bara fyri at fáa lærarar at undirvísa meira fyri somu løn og á tann hátt fáa játtanina til fólkaskúlan at røkka. Hesir 10 minuttirnir minkaðu nógv um álitið á Mentamálaráðið.
Tann mest umrødda broytingin var nokk ásetingin um seturskúlan. Nýggja ásetingan var at hvør skúli bara fær tíð til seturskúla roknaðan fyri triðja hvønn flokk. Hendan broytingin fekk eisini Lærarafelagið at koma við tí áheitan til limirnar, bert at fara á seturskúla, um vissa var fyri, at teir fingu seturskúlan við í teirra arbeiðstíð. Hesa áseting frá Mentamálaráðnum harmaðust flest lærarar um á aðalfundinum. Lærarar vístu á, at seturskúlar á fleiri skúlum vóru blivnir av ongum, tí at pláss ikki var fyri teimum í virkseminum á skúlanum.
Álit er ein góð grund at byggja eitt samstarv á. Men álitið er viðbrekið. Tað tekur stutta tíð at bróta eitt álit, meðan tað tekur langa tíð at byggja eitt álitið. Nýggju ásetingarnar í virksemisætlanini seinasta skúlaár harmast vit enn um í Føroya Lærarafelag. Men ásetingarnar, ið vóru til virksemisætlanina seinasta ár, vóru til seinasta ár. Lærarar og leiðslur vóna, at ásetingarnar frá Mentamálaráðnum til virksemi í skúlunum komandi skúlaár geva skúlastjórum rúmligari ræsir at skapa tann góða skúlan, og at samstarvið millum partarnar vil byggja á álit.
Røðan hjá Landstýriskvinnuni: http://www.skulabladid.fo/fo-FO/Hv%C3%B8nn-f%C3%B3lkask%C3%BAla-ynskja-vit.aspx