Tíðindi

Áhugavert álitisfólkaskeið

Fyri Føroya Lærarafelag er tað av alstórum týdningi, at álitisfólkini í skúlanum eru so væl fyrireikað sum gjørligt at taka upp ymsar avbjóðingar – saman við lærarum og leiðslum á staðnum. Jákup av Skarði, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

09.11.2015

 

Dagarnar 5. og 6. november skipaði Føroya Lærarafelag álitisfólkaskeið við Gjógv. 30 álitisfólk møttu at fáa greiðu á ymisk viðurskifti og at kjakast um ymsu ávbjóðingarnar, tengdar eru at hesum arbeiði.

Poul Nolsøe, løgfrøðingur felagsins, legði fram undir heitinum “Setanarviðurskifti”. Kjak varð bæði um setan, fráboðanarskyldu og arbeiði í og saman við skúlastýrinum. Ein lutur í framløguni var eisini um notatskyldu. Heitt evni í hesi løtu er eisini møguligar uppsagnir, t.d. í sambandi við skúlasamanleggingar. Álitisfólkini fingu høvi at seta fram spurningar, og hetta samskiftið við løgfrøðingin metir Føroya Lærarafelag at verða av alstórum týdningi.

Djóni Dalsgarð skipaði evnið: “Samskifti”. Við dømum og bólkaarbeiði fingu vit innlit í ymsar vinklar til samskiftið. Bæði hvussu vit kunnu betra okkara egnu støðu, og hvussu vit kunnu læra okkum at “síggja okkum sjálv uttanífrá”. Samskiftispartin kunnu álitisfólkini sjálvsagt hava í huga, tá ið okkurt er á skránni millum lærarar, ella millum lærara og leiðslu. Hesin parturin er eisini aktuellur í arbeiðinum við næmingar og í “skúla-heim” samstarvinum.

Suni Poulsen, sálarfrøðingur, legði fram um “Arbeiðsumhvørvi”. Ein stórur spurningur er, hvussu vit kanna trivnaðin, og hvørji tiltøk vit kunnu seta í verk at betra trivnaðin. Stress-faktorurin í arbeiðinum kann vera, at vit duga ikki nóg væl at velja uppgávur frá, tá ið ov nógvar uppgávur eru í senn. Eitt fokus-øki í hesum døgum er, at tað sýnist sum, at privati arbeiðsgevarin í stóran mun hjúklar meira um starvsfólkini, meðan almenni parturin, ið fyrr var “behagiliga arbeiðsplássið”, nú verður rakt av sparingum.

Trivnaðarkanning eigur at verða skipað javnan, at vit hava greiðu á, hvussu støðan er, og hvørji tiltøk vit eiga at seta í verk. Í prátinum um sálarliga arbeiðsumhvørvið eiga vit í hvussu er at hava trý hugtøk í huga: “Far inn í ósemjuna” – skapa forum har ein kann siga sína erligu meining. “Empatiskt samskifti” – í sær sjálvum er empati ikki nakað, ið loysir trupulleikar. “Kensluligt dirvi” – torført, men helst týdningarmesti leiðslueginleikin.

Suni Poulsen nam eisini við “positiva sálarfrøði”, at trivnaður og gleði er týdningarmikil faktorur í úrtøkuni. Endar tú til dømis dagin við at hugsavna um eina positiva hending í arbeiðsdegnum, so venur tú heilan at hugsa positivt. Seinnu árini hevur sálarfrøðin sett sær fyri at leggja dent á positiva sálarfrøði, heldur enn fokusera alt á negativu árinini av ymsum hendingum í lívinum.

Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, greiddi frá “arbeiðstíðini og virksemisætlanini”. Skúladagatalið er 198 dagar, og skúlaárið er 39,6 vikur. Ársverkið er 1.800 tímar, og vikutímatalið er tí 45,5 tímar. Arbeiðstíðin er sundurbýtt í undirvísingartímar á 85 min. (45 min. undirvísing, 30 min. egintíð og 10 min. fríkorter) og fyrisitingartímar á 60 min. (foreldrasamstarv, tiltøk saman við næmingum o.a., ið ikki er undirvísing). Allir lærarar eiga at kenna virksemisætlanina so tíðliga í skúlaárinum sum til ber – og best hevði verið, at alt var avgreitt fyri skúlaársbyrjan.

Nevndin í Føroya Lærarafelag sendir álitisfólkunum kunningarskriv, at møguleiki er at greiða lærarum frá tí arbeitt verður við. Harafturat er stevna á FirstClass, har allir limir felagsins hava møguleika at skumpa undir orðaskiftið.

 

Við bestu ynskjum Jákup av Skarði


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni