Tíðindi

Á stýrisfundi í NLS

Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, tók í gjár lut á NLS-fundi í Íslandi saman við forfólkunum í norðurlendsku lærarafeløgunum og Norðurlendska Ráðharraráðnum.

04.05.2023

Fundurin var í Reykjavík. Íslendskur ráðharri setti fundin saman við aðalskrivaranum í Norðurlendska ráðharraráðnum og forfólkinum í NLS. Síðan løgdu øll limalondini í NLS fram tað, ið sum í høvuðsheitum eyðkennir tað, feløgini arbeiða mest við í hesum døgum. Eftir tað var kjak og at enda samanumtøka.

Høvuðsevnið á fundinum í ár var “Hvussu kunnu vit økja um tilvitið um haldføri í útbúgvingum”. Hetta evnið vísir aftur til ráðstevnuna í fjør heyst um lærarans leiklut í samfelagnum í framtíðini.

NLS stendur fyri Nordiska lärarorganisationers Samråd. Endamálið við NLS er eitt nú at menna útbúgvingarverkið í Norðurlondum ígjøgnum samstarv og samrøðu.

Á myndini eru Jacob Eli S. Olsen, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum, og Birna Heinesen, sum er forkvinna í Yrkisfelagnum miðnám.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni