Tíðindi

Á markinum til hampiligt og gott tímatal

Við næmingatalinum, sum Eiðis skúli hevur í løtuni, eru tey á markinum til at fáa eitt hampiligt og eitt gott tímatal tillutað. Næmingatalið í vanligu skúlaflokkunum er 58. Hetta er nakað lægri enn teir 69, ið skulu til fyri at gerast 5. flokkaður skúli. Næmingarnir í forskúlanum telja ikki við, tá ið skúlastøddin verður avgjørd.

14.06.2016

Góðar hølisumstøður og góðar karmar hava tey á Eiði; næmingatalið hinvegin kundi verið hægri. Tað hevur seinni árini sveiggjað ímillum gott hálvt hundrað til knapt 70. Tað er væl minni enn tað hevur verið samanborið við fyri 20-30 árum síðan.
- Seinasta skúlaár vóru 52 næmingar í skúlanum, og tað hevur søguliga ongantíð verið so lágt; nú vit hava fingið forskúla, er næmingatalið komið upp á 68, og komandi skúlaár verður sama næmingatal; tað er ein ávís tilflyting til bygdina, so eg síggi ljóst upp á tað; nógv, sum hava verið uttanlands í lestrar- ella arbeiðsørindum, koma aftur til bygdina at búgva. Fyri nøkrum fáum árum síðan sóu vit ikki tað fyri okkum, at fleiri fóru at flyta til bygdina, so tað er hugaligt, at vend er við at koma í, sigur Tom Joensen, fyrstilærari í Eiðis skúla.

Áðrenn farið var undir at leggja skúlar saman, var Eiðis skúli ein miðalstórur skúli; í dag er hann ein lítil skúli. Á Eiði eru tey tilvitað um, at tað kann ganga skeiva vegin, tí minkar næmingatalið aftur, fer tað at ganga út yvir tilboðið til næmingarnar.
- Sjálvsagt hugsa vit um tað, tí vit leggja stóran dent á at veita eitt gott undirvísingartilboð; hvar akkurát pínumarkið er, er ilt at siga. Tá talið fer niður um hálvt hundrað næmingar, fer tað av álvara at tátta í, og í fjør vóru vit tætt við. Fer talið niðurum, verður lærarahópurin so lítil, at fjølbroytnið, sum eigur at vera í útboðnum av læraraførleikum, verður ov tepurt. Umframt verða flokkarnir lítlir, og møguleikarnir hjá hvørjum einstøkum næmingi at finna onkran spælivin fækkast. Fyri tað sosiala hevur tað stóran týdning at hava eina hóskandi stødd.

Væl fleiri undirvísingartímar og somuleiðis væl fleiri leiðslutímar høvdu tey fingið á Eiði um næmingatalið bara kvinkaði eitt lítið sindur.
- Tá tað er sagt, so ber tað til at skipa ein áhugaverdan og fjølbroyttan skúla við teimum tímunum, vit fáa, men tað hevði tó verið so nógvar ferðir betri, um vit fingu fleiri tímar. Við verandi tímajáttan stendur á at halda lógarásettu krøvini til ymsu lærugreinirnar; hetta loysa vit við at leggja flokkar saman.

Lesið samrøðu við Tom Joensen í Skúlablaðnum, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni