Tíðindi
04.11.2015
Í Kvívíkar skúla eru 53 næmingar og í løtuni seks lærarar. Normeringin er fimm lærarar. Kvívíkar skúli er skipaður í 1.-7. flokk. Framhaldsskúlin er í Vestmanna. Skúlaleiðari í Kvívík er Høgni Warberg.
Lærararnir í skúlanum settu seg saman at leggja evnisdagin, 21. oktober til rættis. Høgni Warberg hevði eina framløgu, her hann legði áherðslu á slagorð sum t.d., at trivnaður skal til fyri at vinna á happing, at happing er kapping, her eingin vinnur, at góður trivnaður ber í sær, at øll vinna, at "vit vilja øll hava tað gott, kenna okkum væl og hoyra til, tí eingin vil vera útihýstur ella happaður".
Boðini vóru eisini, at "tú skalt vera móti øðrum, sum tú vilt, at tey skulu vera móti tær", "ótti og ótryggleiki førir til happing", og "samanhald, arbeiðsfriður og góðlyndi føra til trivnað".
Happing er einki nýtt fyribrigdi. Fyri 100 árum síðum (1915) yrkti Hans Andrias Djurhuus "Tey standa og vagga". Á evnisdegnum løgdu tey í Kvívíkar skúla fyri við morgunsangi, sum var henda yrking og sungu hana við lagnum hjá Albert Møller. Yrkingin hevur verið, er og verður endurgivin við mangt høvi – eisini í sambandi við happing:
"Tey standa og vagga og tráa,
á akrinum stadnandi øks,
og deila hin bjartoygda dáa,
sum upp millum teirra vøks.
Vit áttu at plágað og pínt teg
og altíð at stungið tær skør,
vit áttu at køvt teg og týnt teg,
tú stendur á okkara jørð.
Og alla tøðuna átst tú
og royndi at gera mein,
og altíð so prangandi stóðst tú –
Tú voldi, at vit eru sein."
"Men dáin stendur í iva,
og hann hevur ymsan lit:
"Eg havi væl loyvi at liva
her líka so væl sum tit."
"Tá verða tey øks at tagna,
tí tað segði dáin satt:
Hvønn vøkstur Gud hevur fagnað,
og hvør eigur lívsins rætt!"
- Yrkingin er um trivnað og um, at vit vilja øll vera ein partur av felagsskapinum, og at vit øll hava javnrætt, og øll hava rætt til at vera her, sigur Høgni Warberg.
Tey sungu eisini "Góða mamma, tað var ikki eg ..." og tosaðu eitt sindur um sangirnar.
- Eg tók millum annað nøkur tøl úr tí kanningini um happing, sum Mentamálaráðið gjørdi fyrr í ár og nøkur tøl úr okkara egnu trivnaðarkanning, sum vit gjørdu í fjør, og samanbóru tølini.
Tey tosaðu um, hvat góður trivnaður er, hvat tey skulu gera fyri at hava góðan trivnað, hvat happing er, og hvussu tey fyribyrgja happing.
Eftir tað las ein lærari eina søgu um happing upp fyri øllum skúlanum, og síðan fóru tey út á kaféirnar, tey rópa. 1. til 4. flokkur vóru á einari kafá, og 5. til 7. flokkur vóru saman á eini aðrari kafé. Næmingarnir vóru býttir í bólkar við fýra í hvørjum bólki. Hvør bólkur valdi orðstýrara. Tey vístu eina peis á tí samvirknu talvuni, spældu róligan, behagiligan jazzmusikk. Pappírsdúkur lá á borðinum, stearinljós vórðu tendrað, og borðreitt varð við fittum smákøkum.
Tað var sera hugnaligt, ja, har vóru borðkort til hvønn einstakan næming. Tað var sett upp, hvør skuldi vera í hvørjum bólki, og hvør skuldi sita hvar. Lærarin greiddi frá mannagongdini fyri á fáa glið á. Til dømis varð spurt: Hvat ger ein góður skúlavinur? Í hugaroki varð hvør einstakur spurningur viðgjørdur. Næmingarnir hugsaðu, skrivaðu og teknaðu á pappírsdúkarnar. Síðan var "orðið runt". Aftan á kjakaðust næmingarnir og "stukku inn á gólvið" hvør hjá øðrum. Teir gingu millum borðini, tríggir og tríggir, og fortaldu teimum, ið sótu við hini borðini, hvat hvør hevði tosað um. Síðan fóru teir aftur til sítt egna borð.
Tá ið allar kaféirnar vóru lidnar, savnaðust tey øll aftur.
- Eg tók samanum, takkaði fyri dagin og spurdi hvønn einstakan næming: "Hvat hevur tú fingið burturúr degnum í dag?"
Ein skógur av fingrum fór upp, og hvør einstakur næmingur, sum vildi siga okkurt, fekk orðið.
- So endaði dagurin, og vit vóru øll á einum máli um, at hetta var ein super dagur, sigur Høgni Warberg nøgdur.
Myndin:
Høgni Warberg, skúlaleiðari í Kvívík, er sera væl nøgdur við evnisdagin, tann 21. oktober, um happing: "Ein super dagur!"
TEKSTUR: Sonne Smith