Tíðindi

Á flot við sjónámi

Sjóvinnubreytin hjá Námi X í Tórshavnar kommunu mannar tríggjar bátar í løtuni. Viðrar eru bátarnir, Álafossur, Jupiter og Sedna á floti hvønn týsdag

02.03.2017

Í fjør vár fekk Nám X (10. flokkur) í Tórshavnar kommunu pengar frá býráðnum og keypti ein gamlan útróðrarbát, Álafoss, á Argjum.

Sjóvinnubreytin fekk 200.000 krónur frá Tórshavnar býráð. Báturin kostaði 150.000 at keypa, og millum 40- og 50.000 krónur eru brúktar til tað elektriska, og tað sama til mastrar, lúkur og gelendarar og aðra neyðuga útgerð við pengum frá skúlanum – Eysturskúlanum – har Nám X heldur til fysiskt.

Teir tríggir leikararnir – lærararnir – á Námi X, Evald Rasmussen, nú fráfarni lærarin, Hans Edvard Hansen, sum tó er virkin á sjóvinnubreytini enn, og Anna Louisa Joensen ætlaðu at fáa bátin liðugt útgjørdan fyri summarferiuna.

Evald Rasmussen hevði ætlað at fáa tíð og høvi at venja seg við bátin, men Álafossur varð ikki liðugur fyrr enn um nátatíðina í fjør heyst.

Nám X keypti útróðrarbátin, tí hann skuldi hava eitt stórt dekk til at hava nógvar næmingar á. Álafossur er ein 30 føtur Viksund frá 1973 við góðum motori og góðum skrokki. Hann varð settur í stand, og tey brúktu nakað av pengum upp á hann fyri at fáa alt tað elektriska í ordan.

Báturin riggar og lýkur øll trygdarkrøv sum er, og tey brúka hann hvønn týsdag, um tað viðrar.

- Ætlanin hjá mær er at brúka hann til snellu. Fimm-seks fullautomatiskar snellur fylgdu við, og har var eitt system við oljutrýsti, men tað var so gamalt, at tað varð skrottað, sigur Evald Rasmussen, lærari.

Snellurnar eru tøkar allar samlar, men tey ætlaðu heldur at útvega sær nakrar hondsnellur og hava eina fullautomatiska eftir, kanska einar tvær við oljutrýsti og so tvær hondsnellur. Tó,  so langt eru tey ikki komin enn, so tey hava fiskað við toskatráðu, sum næmingunum dámar væl.

Annars royna tey bara við línu við bátinum hjá Hans Edvardi, sum hann sjálvboðin hevur latið sjóvinnubreytini at fara á flot við. Tað er Jupiter, ein fult útgjørdur 28 føtur útróðrarbátur av slagnum Stigfjord.

Triði skiparin, Anna Louisa Joensen, eigur áttamannafarið, sum eitur Sednan. Hon rør við næmingunum og fer við fjarasnøri viðhvørt. Haraftrat hevur Anna Louisa eitt skeið í frosking við fullari froskmannaútgerð í svimjihøllini í Gundadali. Skeiðið er eisini teoretiskt, og næmingarnir standa sostatt eitt skeið sum froskmenn.

- Hans Edvard hevur brúkt bátin hjá sær uttan at taka leigu ella nakað sum helst. Jú, hann fær samsýning fyri olju, sigur Evald, ið er fegin um, at talið á næmingum á sjóvinnubreytini liggur um 30-32, og tann 24. mars fara hesir næmingar á trygdarskeið hjá tveimum lærarum á Vinnuháskúlanum, sum undirvísa, inntil hesir næmingar kunnu taka prógv sum frítíðarsiglarar.

Teir tríggir bátarnir eru mannaðir við fimm til sjey næmingum hvør.

Sjóvinnubreytin hjá Námi X í Tórshavnar kommunu er ein succes. Næmingar á sjónámi X kunnu føra bát upp í 20 tons. Edvard Rasmussen sigur, at tey møta fleiri av teimum aftur á Vinnuháskúlanum antin sum maskinfólk ella sum navigatørar. Og Evald hevur møtt fleiri Nám X'arum á skipasmiðjuni í Havn.

- Tað vóru einir fimm í einari teggju, ið er farin í læru á skipasmiðjuni.

So í Føroyum sum alla aðrastaðni ber ikki til at halda og stremba eftir, at øll verða akademikarar.


Myndin:
Evald Rasmussen, lærari, er eisini skipari á sjóvinnubreytini hjá Námi X, ið heldur til í Eysturskúlanum í Havn

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni