Tíðindi

Yvirskipaðir leistar til námsfrøðiliga leiðslu

Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur, hevur víst á í einari kanning um námsfrøðiliga leiðslu, at teir føroysku skúlaleiðararnir, ið hann kannaði, fremja nógv virksemi, ið kann bólkast undir námsfrøðiliga leiðslu. Men samstundis gjørdi hann ta niðurstøðu, at leiðararnir kundu havt ein meira skipaðan leist til sítt námsfrøðiliga leiðsluvirksemi.

12.12.2016

Í hesari grein kemur hann inn á, hvat kann hugkveikja til eitt betri skipað  námsfrøðiligt leiðsluvirksemi. Í útlendskari gransking eru mentir fleiri ymsir yvirskipaðir leistar til skúlaleiðarans námsfrøðiligu leiðslu. Hann hevur valt tríggjar leistar burturúr, sum hann greiðir frá í hesari grein. Tað eru leistarnir hjá Viviane Robinson, Geoff Southworth og Stephen Fink & Anneke Markholt.

Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í leiðslu á barna-, ungdóms- og serstovnaøkinum, hevur júst lagt síðstu hond á eina granskingarverkætlan, nevnd Námsfrøðilig leiðsla í føroyskum fólkaskúlum (NLFF). Verkætlanin er stuðlað av Fólkaskúlagrunninum og Fróðskaparsetrinum. Greinina, Yvirskipaðir leistar til námsfrøðiliga leiðslu, hevur hann skrivað saman við Marin G. Petersen.

Verkætlanin hugsavnaði seg um at kanna, hví tað eru munir á læraranna og skúlaleiðaranna uppfatan av, hvussu skúlaleiðararar útinna námsfrøðiliga leiðslu.

Hetta er onnur greinin av fýra; tann fyrsta eitur Útinnan av námsfrøðiligum leiðsluvirksemi í fólkaskúlum í Føroyum; hon er eisini tøk á heimasíðuni.

Lesið aðru greinina her

http://www.lararafelag.fo/fo-FO/F%C3%B3lkask%C3%BAlin/Kanningar-og-%C3%A1lit.aspx

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni