Tíðindi

Víðkað tvílæraraskipan er vegurin fram

Tað hevur alstóran týdning at fáa fleiri hendur inn í flokkarnar, serliga í grunddeildini, so tey fáa so góðar fortreytir, sum til ber, tá ið tey byrja í skúlanum. Vit gera hetta átakið í grunddeildini, men tørvurin er eisini í miðdeildini og hádeildini. Tað sigur Eyðna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum, sum er farin undir tvílæraraskipan í allari grunddeildini í nærum øllum tímunum.

29.10.2024

Orsøkin til, at Eysturskúlin er farin undir royndarverkætlan júst í tvílæraraskipan ella samundirvísing, er, at tey eru sannførd um, at hetta er vegurin at fara. Skúlaskipanin, sum vit kenna hana, megnar ikki nóg væl at fevna um allar næmingar og foreldur nú á døgum við broyttari uppaling, broyttum familjumynstrum og samfelagsbroytingum, og tí er tíðin komin at hugsa nýggjar tankar inn í skúlan. Tað heldur leiðslan í Eysturskúlanum í Havn, sum er farin undir royndar- og menningarverkætlanir við tvílæraraskipan í øllum lærugreinum í allari grunddeildini og styttum skúladegi fyri allar næmingarnar í skúlanum og hægri raðfesting av kreativum lærugreinum.

- Vit síggja alt fleiri børn í grunddeildini, sum ikki megna at gjøgnumføra ein vanligan skúladag. Skúlin hevur fakligheitina og námsfrøðina at dúva uppá saman við tímajáttanini sambært galdandi reglum, sum sæð í dagsins brillum riggar betur til ein homogenan hóp av næmingunum, sum einaferð var. Broytingin, sum er farin fram, er stór, flokkarnir eru stórir, og normeringin, ið er galdandi í dag, er lág, um vit hugsa um næmingatal og teir læraratímar, ið verða játtaðir til flokkar. Vit hava snøgt sagt ov fáar hendur. Nýggja álitið um broytingar í fólkaskúlalógini umframt trivnaðarkanningin og PISA-kanningin, sum alt kom í fjør, gjørdu eitt gallróp inn í skúlaverkið, so nú er ikki at sita hendur í favn. Vit noyðast at hugsa nýggjar tankar inn í skúlan. Serliga álitið um broytingar í fólkaskúlalógini er forvitnisligt; tað leggur upp til, at vit eiga at hava dirvi til at bróta upp úr nýggjum á summum økjum. Tí eru vit farin undir tvær royndar- og menningarverkætlanir, sigur Eyðna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum.

Tvílæraraskipanin í grunddeildini fevnir um allar tímar uttan í kristni og heimastaðarlæru. Verkætlanin við styttum skúladegi fevnir hinvegin um allar næmingarnar í øllum deildum. Eysturskúlin er ein av stóru skúlunum í landinum við 558 næmingum – 115 næmingar eru í grunddeildini umframt 15 næmingar í serflokkunum í grunddeildini, sum heldur til í Hoydølum.

- At vera farin undir hesar royndarverkætlanirnar er sera stór broyting, sum vit eru ógvuliga spent at síggja ágóðarnar av. Hóast vit akkurát eru farin undir tær, síggi eg longu, at tær gera mun. Eg hoyri tað á huglagnum, ikki minst millum elstu næmingarnar, sum ikki longur skulu í skúla áttanda tíma. Áttandi tími hevur verið øgiliga tungur fyri øll og kundi oyðileggja ein heilan dag.

Les alla samrøðuna við Eyðnu Magnussen, í Skúlablað nr 5, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni