Tíðindi
13.02.2025
Í hoyringarskrivinum í sambandi við uppskotið um broytingar í fólkaskúlalógini, ið landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum hevur í umbúna at gera, vísir Føroya Lærarafelag á, at verður grein 19, stk. 3 í fólkaskúlalógini víðkað, kann hon lata upp fyri nógvum mennandi møguleikum í fólkaskúlunum.
- Heldur enn at lóggeva fyri at broyta skúladagin fyri allar skúlar á einum veikum grundarlagi, soleiðis sum uppleggið er, so heitir felagið á landsstýrismannin heldur at bíða við teimum ætlanum og í staðin geva skúlunum víðari heimildir í § 19, stk. 3 at gera egnar royndir.
Grein 19, stk 3 sigur: Skúlar kunnu í hvørjum flokki nýta 2 tímar av undirvísingartímatalinum sambært stk 2 til at menna sang og tónleik og aðrar lærugreinir innan handverk og list, vallærugreinaskipan og at seta inn í flokkum við øktum læraratímum.
- Skúlar eru bundnir í tíma- og lærugreinabýtinum, sum sigur, hvørjar lærugreinirnar skulu vera, hvussu nógvir tímar skulu vera, og henda skipanin er rættiliga læst. Samstundis vita vit, at tað er ringt at møta øllum næmingum og øllum tørvi eftir hesi skipanini. Hvør tann allarbesta loysnin er at koma víðari við eru nógvar meiningar um, alt eftir hvør lærarin er, hvør skúlin er, ella hvar í landinum vit eru. Grein 19 stk. 3 loyvir sum er skúlum at taka tveir tímar av nøkrum ávísum lærugreinum til nakrar aðrar lærugreinar ella tvílæraraskipan. Lærarafelagið heldur, at reglurnar fyri, hvat skúlar kunnu gera sambært hesi greinini eiga at verða víðkaðar, soleiðis at skúlar fáa størri frælsi at seta tað í verk, sum teir halda tørvur er á í egnum skúla, og tá ið vit siga víðka hugsa vit bæði, hvørjar lærugreinir, tímar kunnu verða tiknir frá, og at seta tímatalið upp á 5. Hetta er ein broyting, sum kann gera sera stóran mun á staðnum og sum ikki kostar eitt oyra eyka. Tá vit tosa um grein 19, kunnu vit eisini minnast aftur á tíðina við Covid-19. Tá sóu vit fyrimunirnar, tí skúlarnir høvdu betri umstøður at undirvísa næmingunum í smáum bólkum. At víðka heimildina í grein 19 gevur skúlunum møguleikar til tvílæraraskipan og at gera smærri bólkar.
Formaður Føroya Lærarafelags sær fyri sær, at fáa skúlar hesa heimildina, fara vit at síggja nógvar spennandi royndir í skúlunum.
- Sum er brúka skúlarnir hesa heimildina, eitt nú við at taka ein tíma frá onkrari lærugrein til eina verkliga lærugrein ella seta eyka lærara inn í ein tíma. Tað kann bøta um undirvísingina og skúladagin. Aðrir royna annað. Tað avgerandi í hesum er, at skúlar sleppa at gera royndir við teimum førleikum, sum eru á staðnum, og sambært tí tørvi teir hava. Skúlar hava leingi eftirlýst at sleppa at gera flytingar millum lærugreinir og tímar, so hetta kundi verið ein góð loysn. Hendan broytingin fer at geva skúlunum víðari møguleikar at skipa skúladagin á ein hátt, har góðar umstøður eru at betra um læruúrtøkuna og trivnaðin hjá næmingum. Avbjóðingin við at taka tímar frá eini lærugrein eru námsætlanirnar, sum áseta so nógv ítøkilig mál til einstøku lærugreinina, so at tað er trupult hjá læraranum at náa sama setningin við færri tímum.
Reglugerðin fyri, hvørjar lærugreinir kunnu brúkast sambært grein 19 stk. 3 er ov avmarkandi, heldur Jacob Eli S. Olsen. Í fyrsta, øðrum og triðja flokki er talan um lærugreinirnar kristni, heimstaðarlæra og støddfrøði. Í fjórða til sætta flokk danskt, enskt, náttúra og tøkni og søga og samtíð. Í sjeynda til níggjunda flokki danskt, enskt, søga og samtíð, lívfrøði og landalæra. Tímar kunnu ikki verða tiknir av somu lærugrein fylgjandi skúlaár.
- Verður grein 19 víðkað til 5 tímar, fáa allir skúlar møguleika at gera sær nógvar royndir og tillagingar, sum passa til teirra. Vit eru greið yvir, at tað er ringt at taka tímar frá lærugreinum, sum frammanundan hava fáar tímar, men eg haldi, at fleiri fólkaskúlar eiga sleppa at gera sær ymsar royndir, tí tað brennir á nógva staðni, og skúlin er so læstur í verandi skipan. Víðkaða heimildin hevði loyvt skúlanum at gjørt neyðugar tillagingar á sínum egna matrikli í eini tíð, har játtanin annars er sera tepur, og vit hava brúk fyri fleiri royndum í leiðini at koma til eina nýggja varandi skipan fyri fólkaskúlan. Hetta er ein frægari loysn enn at tær varandi broytingarnar, sum uppskotið leggur upp til , sum varð sent út til hoyringar fyri jól, tí tær broytingarnar høvdu bundið allar skúlar til ein leist, sum byggir á eitt veikt grundarlag. Leisturin sum uppskotið byggir á, minnir nógv á royndar og menningarvirksemi, sum verður roynt í Skúlanum á Fløtum í løtuni. Hetta royndarvirksemið hevur hálvt annað ár eftir. Okkara ráð eru at bíða við at seta eina so umfatandi broyting í verk fyri allan fólkaskúlan, til ein eftirmeting fyriliggur, og heldur geva fleiri skúlum møguleika at gera egnar royndir við at víðka heimildirnar í grein 19, so at fleiri skúlar hava gjørt sínar royndir, áðrenn vit gera kollveltandi broytingar í skúladegnum.